Nýtt ár – sama City

Premier League: Manchester City er ikki til at steðga, men í dag fingu teir eina hjálpandi hond

Manchester City hevur vunnið ársins fyrsta dyst í Premier League. Við 2-1 sigri á útivølli móti Arsenal hevur Manchester City sett eina tjúkka striku undir, at felagið ætlar sær sítt fimta meistaraheiti upp á seks ár.

 

Tað var annars Arsenal, sum byrjaði nógv best. Heimaliðið var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli, sum Bukayo Saka skoraði. Helst skuldi Arsenal eisini hvat fingið eitt brotsspark, har endurtøkur vísa at Ederson, málverjin hjá City, taklar Martin Ødegaard á fótin í brotsteiginum.

 

Stóra vedin kom, tá ein tími var spældur. Bernardo Silva tveitur seg í brotsteinum, men endurtøkurnar vísa, at Granit Xaka hjálpur til við at hála í troyggjuna. Eisini her verður farið til VAR, men nú dømdur dómarin brotsspark. Hetta til stóra ónøgd fyri heimaliðið.

 

Riyad Mahrez umsetti til 1-1. Minuttin seinnu mundi Manchester City gjørt sjálvmál, og upp á eftirfylgjandi uppspælið hjá Manchester City fær verjuspælarin hjá Arsenal, Gabriel, sítt seinna gula kort. Rokaligt og hendingaríkt.

 

Ongin steðgar Manchester City og tað sást eisini aftur, tá Rodri í yvirtíðini skoraði til 2-1. Manchester City er í løtuni 11 stig fremst í Premier League.

 

1Man City21172253:1353
2Chelsea20126243:1442
3Liverpool19125250:1641
4Arsenal20112733:2535
5West Ham1994634:2531
6Man Utd1894530:2631
7Tottenham1793522:2030
8Wolves1874713:1425
9Leicester1874731:3325
10Brighton1859417:1824
11Crystal Palace1958627:2723
12Aston Villa18711024:2822
13Southampton1949620:2921
14Brentford1855821:2520
15Everton1754821:2919
16Leeds1837818:3616
17Watford17411222:3513
18Burnley1618715:2411
19Newcastle19181019:4211
20Norwich City1924138:4210