Nýtt gras verður nú lagt á ovaravøll

Mánadagin byrjaði arbeiði við at leggja nýtt graslíki á ovara vøll í Gundadali

HB?ara fóru mánadagin í gongd við at taka graslíkið av ovara vølli í Gundadali. Hetta arbeiðið skal vera liðugt síðst í hesi vikuni.

Longu í gjár komu sjey menn frá týska felagnum Polytan, sum skal taka sær av at leggja nýggja graslíki á. Undirlagið skal fyrst viðgerast, áðrenn nýggja krulligrasið kann leggjast á. Hetta er sama gras, sum verður lagt á vøllin í Klaksvík

? Samstundis sum vit leggja nýtt gras á ovara vøll, so legja vit eisini gras á vøllin á Argjum, sigur Jákup Simonsen, formaður í mentunarnevndini í Tórshavnar býráð.

Tað er Tórshavnar kommuna, sum eigur vøllirnar og tí eisini leggur út pengarnar tað kostar at gera vøllirnar. Til vøllin á Argjum fáa teir tó 30% í stuðli frá landinum, tí har verður gras lagt á á fyrsta sinni. Vøllurin á Argjum skal verða liðugur 31. juli, meðan ovari vøllur skal verða liðugur 18. juli.

? Um tað ikki verður alt ov keðiligt veður, so eiga vit at klára tíðarætlania, sigur Hjalgrím Petersen frá Landsbyggifelagnum, ið hevur eftirlit við arbeiðinum.

? Vit hava eina stramma tíðarætlan, og tí kunnu vit ikki fáa nógvar miseydnaðar dagar uppí, sigur Hjalgrím.


Steypadystur á niðara vølli

Meðan arbeitt verður á ovara vølli, ber sjálvandi ikki til at spæla nakran dyst á vøllinum. Tí verða dystir, sum annars plaga at verða spældir á ovaravølli ístaðin spældir á niðara vølli.

Steypadysturin hjá kvinnum millum havnaliðini bæði, HB og B36 verður longu spældur á niðaravølli í kvøld. Fótbóltskúlin, sum verður í vikuskiftinum, má eisini noyðast við bara ein vøll, og landskappingardysturin millum HB og ÍF sunnudagin verður tí eisini á niðaravølli..

Regin Vágadal og hinir sterku menninir vera nakrir av teimum fyrstu, sum sleppa at nýta nýggja vøllin...