Nýtt innbúgv til Klaksvíkar Býráð

Í gjárkvøldi varð fyrsti býráðsfundur við nýggjum fundar innbúgvi, hildin í býarsalinum í Varpinum

Innbúgvið er serstakt og framleitt eftir tørvinum hjá Klaksvíkar Býráði.

 

Tað serstaka er, at innbúgvið er gjørt so at tað er lætt at seta upp, og at flyta. Innbúgvið verður sett upp til hvønn býráðsfund og tikið burtur eftir fundirnar. býráðssalurin skal nýtast til ymisk endamál, sum móttøkur og onnur tiltøk hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Innbúgvið verður hongt á veggir í býráðssalinum, og umboðar nærfólkaræðið í kommununi.  

 

Sniðið er fevnandi og virðiligt, og uppsetingin vendir úteftir, út til fólkið; og liturin hóskar væl til umhvørvið í Varpinum.

 

Býráðslimirnar vóru sera væl nøgdir við nýggja innbúgvið.

 

Heini Weihe, sniðgevi, hevur sniðgivið og útvegað innbúgvið til Klaksvíkar kommunu.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##