Nýtt ítrivshús á Sandoynni

Týskvøldið 7. oktober kl. 19.00 letur Ítrivslonin í Skopun upp

 

 

 

Her fara allar kvinnur í oynni at kunna koma saman júst, tá tær vilja, at veva, binda, fáa sær ein kaffimunn ella bara at hittast.

 

Bjørt Hentze og Heiðrún Hansen, sum hava verið undangongukvinnur í stovnssetanini av Ítrivslonini, ynsktu sær eitt stað, har fleiri vevar kundu standa, so tað bar til at læra av hvørjari aðrari. Men skjótt komu tær til, at tað var enn betri at fáa eina “konustovu”, har tað bæði bar til at veva, sita og binda, seyma – ella onki hondarbeiði, men bara koma saman.

 

Hetta hugskotið løgdu tær fyri Skopunar kommunu, sum at kalla straks tók tað til sín og játtaði at leggja høli til. Kjallarin í einum sethúsum, sum fyrr hevur verið brúktur til spælistovu til børn, var eitt ideelt stað, og leiguavtala varð gjørd.

 

Samrøðu var við Heiðrun Hansen í tíðindasendingini hjá Rás2 í dag. Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum hon tá segði um nýggja átakið.