Nýtt landsstýri

Tað er at blása og hava mjøl í munninum í senn, tá nýggi almanna- og heilsumálaráðharrin um somu tíð sigur, at vit skulu hava eina fíggjarliga frælsar Føroyar og samtíðis ongar skerjingar gera á teimum mest tungu útreiðsluøkinum,

FØROYAR hava fingið nýtt landsstýri. Í gjár varð Anfinnur Kalsberg valdur til løgmann. Stutt eftir tað útpeikaði hann teir 7 nýggju landsstýrismenninar: John Petersen, sum skal umsita fiskivinnumál, Finnbogi Arge, vinnu- og samferðslumál, Høgni Hoydal, sjálvstýris- og lógarmál, Karsten Hansen, fíggjar- og búskaparmál, Signar á Brúnni, mentanar- og útbúgvingarmál, Helena Dam á Neystabø, almanna- og heilsumál og Eyðun Eltør, olju- og umhvørvismál. Vit ynskja landsstýrinum og manningini har tillukku við hesum álitisstørvum.


NÚ byrjar so vanligi gerandisdagurin aftur í føroyskum politikki, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu manningarnar á tingi og í landsstýri fara at klára seg. Vónandi fer nýggja samgongan at liva upp til andan í stýrisskipanarlógini um at taka andstøðuna við í allari tí parlamentarisku prosessini. Hinvegin er tað eisini umráðandi, at andstøðan fer konstruktivt til verka og vísir vilja til at vera positivt við í viðgerðunum. Spennandi verður at síggja, hvussu nýggja landsstýrið fer at megna at fáa endarnar at røkka saman, nú sjálvstýrismálaráðharri tjóðveldisfloksins øðrumegin tosar um føroyskt fullveldi, sum í minni og minni mun skal vera heft at donskum stuðuli - og landsstýriskvinna sjálvsstýrisfloksins hinumegin longu heldur meldað út, at tað skulu ikki fremjast sparingar á heilsu- og almannaøkinum, sum koma at gera støðuna hjá teimum veiku og sjúku, pensionistunum o.o. verri.


TÁ hugsað verður um, hvussu viðbrekin okkara búskapur er, og tá vit enn onga trygd hava fyri, at olja og gass finst í undirgrundini, sum kann styrkja búskapin - um somu tíð, sum tosað verður um at taka á okkum størri fíggjarligar byrðar, so er greitt, at nýggja samgongan sleppur ikki undan at fremja stórar sparingar og skerjingar á almanna- og heilsuøkinum, tí hetta eru tey stóru útreiðsluøkini. Tað ljóðar tí eitt sindur løgið, tá nýggi almanna- og heilsumálaráðharrin í samrøðu við sjónvarpið í gjár sigur, at um somu tíð sum endamálið er einar frælsar Føroyar, so skal helst einki skerjast innan tað mest krevjandi útreiðsluøkiðHelena Dam á Neystabø fer skjótt at sanna, at støðan á Landssjúkrahúsinum og á Almannastovuni fyri bert at taka tvey dømi, er so álvarslig - tí verandi skerjingar og sparingar hava rent hesar stovnar og starvfólkini har um koll - at tað fer at verða alneyðugt við størri játtanum til hesi øki. Og tá nýggi almanna- og heilsumálaráðharrin tosar um rationaliseringar og langtíðarætlanir innan eitt nú sjúkrahúsverkið veit hon væl, at hetta er ein ynskidreymur. Skal ein gera sær vón um einar sjálvfíggjandi og sjálvstøðugar Føroyar, so ber ikki til at hava trý stór sjúkrahús og framhaldandi at útbyggja hesi. Tað eru rætt og slætt ikki pengar til tess. At nýggi fíggjamálaráðharrin haraftrat kemur úr Klaksvík sigur heldur ikki so lítið um, hvussu torført tað kann verða at fremja rationaliseringar og sparingar eitt nú á sjúkrahúsøkinum. Vit ynskja nýggja landsstýrinum góðan byrð, tí tess avgerðir eiga at gagna øllum fólkinum. Men tað er alstórum týdningi, at vit ikki fáa eitt stýri, sum setir fólkins vilja og tørv til viks við at tvíhalda um og fremja nøkur politisk stig, sum, tá avtornar, vilja vísa seg als ikki vórðu í tráð hvørki við veruleikan ella við fólksins ynski. At Føroyar eiga at gerast meira sjálvbjargnar og at stór stig verða tikin á sjálvstýrisleið eru vit samd um. Men hetta má gerast við skili. Tú kanst ikki bæði tosa um at átaka tær størri fíggjarligar byrðar og samtíðis nokta fyri at fremja skerjingar á teimum mest útreiðslukrevjandi økjunum. Tí blæsir nýggi almanna- og heilsumálaráðharrin samtíðis sum hon hevur mjøl í munninum, tá hon sigur: vit vilja hava frælsi (fíggjarligt) men ongar skerjingar skulu gerast á tí størsta økinum á fíggjarlógini. Sjálvstýri skal fremjast men við skili og ábyrgd. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu tungir ráðharrar sum almanna- og heilsumálaráðharrin fara at klára seg mótvegis fíggjarmálaráðharranum, ið verður noyddur til at skerja á fleiri økjum til tess at kunna rigga Føroyar til loysingina.Veruleikin í dag er, at almanna- og heilsuverkið tørva størri játtanir skal ikki alt enda í kaos.