Nýtt staklag frá Høgna

Tónleikarin Høgni Reistrup hevur latið út annað staklagið av komandi útgávuni ”Áðrenn vit hvörva”.

 

 

 

Nýggja lagið eitur ”Hvar fara tankarnir, tá eygu tíni leita út á hav” og verður við á útgávuni ”Áðrenn vit hvörva”, ið kemur út í oktober.

 

 

 

Føroyski lagsmiðurin hevur arbeitt við útgávuni seinastu tvey árini. Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson hava framleitt nýggju løgini.

 

 

 

Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur fløguna út.

 

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra nýggja lagið.