Nýtt ungdómstiltak í Vági

Tað eru fólk í Vági, sum saman við fólki úr Meinigheitshúsinum, sum hava prátað um møguleikarnar fyri at gera eitt hugnaligt kvøld, har ungdómur kemur saman til spøl, kappingar, andakt, samanspæl og annað.

 

Nú verður so lagt til brots, og hava fyriskipararnir vónir um, at hetta gerst ein møguleiki hjá ungdóminum at samlast uttan “online” samband allatíðina, men heldur koma hvør øðrum við, og við tíðini sjálvi taka meira ábyrgd av tiltakinum.

 

Tiltakið er ætla ungdómi úr 7. flokki og uppeftir og er hvørt mikukvøld kl. 20.00 til umleið 21.30.

 

Meinigheitshúsið, sum er gamalt hús, hevur fingið nakrar ábøtur, og eru ætlanir um enn fleiri, so karmarnir eru longu nú góðir, men gerast eisini enn betur, siga fyrieikararnir.