Nývalda bygdaráðið hevur skipað seg í nevndir

Hans Jóhann Sørensen, sum hevur verið borgarstjóri í Kvívíkar kommunu seinastu fýra árini, heldur fram sum borgarstjóri, og varaborgarstjóri verður Jona Jacobsen

 

Á fundi í vikuni hevur nývalda bygdaráðið í Kvívíkar kommunu skipað seg í nevndir. 

 

Hans Jóhann Sørensen heldur fram sum borgarstjóri, og varaborgarstjóri verður Jona Jacobsen.

 

Nevndarsessirnir í Kvívíkar kommunu eru býttir soleiðis:

 

Fíggjarnevndin: Hans Jóhann Sørensen, formaður, Marjun Danielsen og Súsanna Mortensen. Tiltakslimir: Frank Müller og Jona Jacobsen.

 

Tekniska nevnd: Frank Müller, formaður, Hallur Eysturtún Blástein og Anna Sigurstein Vang. Tiltakslimir: Marjun Danielsen og Súsanna Mortensen.

 

Trivnaðarnevnd: Marjun Danielsen, forkvinna, Súsanna Mortensen og Jona Jacobsen. Tiltakslimir: Hallur Eysturtún Blástein og Anna Sigurstein Vang.

 

- Vit gleða okkum at virka til frama fyri allara borgarar og allar bygdirnar í kommununi komandi fýra árini, siga tey í nývalda bygdaráðnum.

 

##med2##