Óansæð hvar tú ert í Madrid hendir altíð okkurt

– Eg hevði høgar vónir, tá eg flutti til Madrid. Av stórbýunum í Evropa havi eg altíð hildið Madrid verið ein av teimum mest spennandi. Og eg bleiv ikki skuffaður, sigur Jóhan Helgi Müller, sum seinasta lestrarhálvárið var í Madrid

Hendrik Jacobsen

 

24 ára gamli Jóhan Helgi Müller úr Havn lesur til marknaðarførsluøkonom á Cphbusiness í Keyp­ mannahavn. Í heyst 2024 valdi hann at fara til spanska høvuðsstaðin at fara undir sítt triðja lestrarhálvár fyri at royna, hvussu tað er at vera undir hægri lesnaði í einum suðurevropeiskum stórbýi.

 

Ein møguleiki, hannmátti taka av

 

Fyri mong er tað at flyta til Danmarkar eitt sera stórt stig at taka, tí danski høvusstaðurin, Keypmannahavn, er nakað størri enn tann føroyski. Tó fekk Jóhan Helgi eina kenslu av at hann í Keypmannahavn ikki kendi seg so langt heimanífrá, tí har búgva nógvir føroyingar.

 

– Eftir eg hevði búð í Keypmannahavn í eitt ár, legði eg merki til, at eg bara fylgdist við øðrum føroyingum, ið eisini vóru farnir niður at lesa. Tað virkaði ikki ordiliga, sum eg var farin uttanlands. So sjálvt um tað var ordiliga kul at flyta til Keypmannahavnar, var tað ikki ordiliga sum at fara uttanlands, sigur hann. Jóhan Helgi sigur, at tað at búgva í einum øðrum landi slett ikki kann samanberast við at ferðast í einum landi í nakrar vikur.

 

– Tá tú fer til uttanlands at ferðast í eina viku ella tvær, fært tú aldrin upplivað landið og mentanina ordiliga. So tí var tað at kunna flyta til eitt annað land, búgva og lesa har og uppliva lestrarlívið ein møguleiki, sum eg mátti taka av.

 

Hví valdi tú akkurát Madrid?

 

– Valið stóð millum Spania og Italia, men tað, ið serliga hugtók meg við Spania, var spanska fólkaslagið. Spaniólar eru millum tey festligastu og mest eldhugaði fólkini, sum eru. Tey elska at hava tað stuttligt, og eg roknaði við, at um eg fór til spanska høvuðsstaðin, visti eg, at tað kundi bara verða stuttligt. Og tað vísti seg at passa.

 

Nógv øðrvísi at lesa í Spania Jóhan Helgi greiðir frá, at á útbúgvingini læra tey, hvussu ein marknaðarførir seg sjálvan og sítt merki til ymsar málbólkar. Hóast undirvíst varð í flestu av teimum somu evnunum í bæði Keypmannahavn og Madrid, vóru undirvísingarhættirnir sera ymiskir.

 

– Í Danmark er nógv heimaarbeiði og tungar skrivligar uppgávur, og vit brúka nógv tíð uppá at lesa uppá. Í Madrid arbeiddu vit so nógv sum møguligt í skúlanum og gjørdu nógvar framløgur. So eg hevði næstan einki heimaarbeiði.

 

Mær dámar ordiliga væl, hvussu tey undirvísa í Spania sigur Jóhan Helgi.

 

Hann greiðir eisini frá, at í Madrid møttu tey á leið klokkan tvey um seinnapartin og fingu frí seint um kvøldið, tí í Spania byrjar dagurin nógv seinni enn í Norðurlondum, og tey eta nátturða, tá vit eru á veg í song.

 

– Tað var ein øgiliga stór broyting at venja seg við. Í Spania lata handlar upp nógv seinni enn í Danmark, og fólk eta ikki nátturða fyrr enn klokkan 11 um kvøldið. Fólk eru uppi nógv longri um kvøldarnar, og dagurin byrjar nógv seinni. Tað var eitt sindur av einum kultursjokki at koma til, sigur hann.

 

##med2##

 

Stravið í byrjanini, men ótrúliga gevandi

 

At flyta so langt í lestrarørindum er sera stravið í byrjanini. Tó er kenslan góð, tá tú ert komin uppá pláss, sigur Jóhan Helgi.

 

– Í byrjanini er tað ordiliga stravið og stressandi, men tað ræður um at býta tað í seg og minna seg á, at tað er líka strævið hjá øllum, sum eru í somu skóm sum tú, sigur hann.

 

Eisini hevur Jóhan Helgi nøkur góð ráð til tín, sum kudni hugsað tær at farið uttanlands sum skriftisnæmingur.

 

– Skriva teg upp til íbúðir og kømur í góðari tíð, og lær teg at taka buss og metro beinanvegin – ikki bara taka taxa. Nógvir evropeiskir býir bjóða, at lesandi kunnu ferðast bíligani við almennari ferðslu. Kanska tað týdningarmesta haldi eg vera, at tú minnist til, at øll eru í somu skóm sum tú og eru smæðin. So royn og lær fólk at kenna. Tíðin gongur øgiliga skjótt sum skiftisnæmingur, og áðrenn tú veitst av tí, so ert tú aftur heima.

 

Grein úr Lestrarblaðnum í Sosialinum 21. februar

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og haldara kunnu lesa blaðið á www.sos.fo

 

Lestrarblaðið kann lesast her: https://www.calameo.com/read/007198570ad00f862ba3f