Í røðu síni í nátt á floksfundinum hjá Demokratunum í Philadelphia vísti amerikanski forsetin, Barack Obama, millum annað á, at Hillary Clinton er “í serflokki best egnað” at gerast næsti forsetin í USA.
Obama vísti millum annað á, at eingin kann fyrireika eitt menniskja uppá, hvat krevst av tær, tá tú situr í “runda rúminum”, sum er skrivstovan hjá amerikanska forsetanum.
– Fyrr enn tú situr við tað skrivaraborðið, veitst tú ikki, hvussu tú skalt handfara eina alheims kreppu ella senda ungar hermenn í kríggj, segði Obama.
– Men Hillary hevur verið í hasum rúminum og hon hevur verið við til at tikið slíkar avgerðir.
Eisini greiddi Barack Obama í røðu síni frá, hvussu Hillary Clinton frá at hava verið hansara kappingarneyti á uppstillingarvalinum hjá Demokratunum fyri átta árum síðani, við árunum er blivin ein sameindur vinur:
– Eg kann siga við vissu, at tað ongantíð hevur verið ein maður ella ein kvinna, sum er betri kvalifiserað enn Hillary Clinton at tæna USA sum forseti, segði forsetin í røðu síni.