Oddabrak uttan mál

Einki mál kom í oddabrakinum millum Atletico Madrid og Barcelona í kvøld

Atletico Madrid og Barcelona eru framvegis ájøvn í oddinum í sponsku landskappingini, eftir at liðini fyri triðju ferð upp í slag hetta kappingarárið spældu javnleik. Hetta er fyrstu ferð, at Atletico Madrid og Barcelona spæla tveir málleysar javnleikir upp í slag.

 

Hóast einki mál kom í dystinum, so var talan um ferðmikla og til tíðir hendingaríka oddauppgerð. Liðið hjá Atletico Madrid vær sum væntað við Diego Costa á odda í álopinum, meðan Barcelona byrjaði við Lionel Messi og Neymar á bonkinum.

 

Sum víst varð á í upptaktini, so var væntað, at Atletico Madrid fór at verja langt afturi á vøllinum. Gjarna við øllum ellivu spælarunum, ið allir arbeiða hart. Barcelona hinvegin, hevði bóltin nógv, men eins og seinast liðini møttust, so komu teir ikki til nógvar møguleikar.

 

Verjuskipanin hjá Atletico legði upp til, at Barcelona mátti leita sær pláss á vengrunum. Tað gjørdu teir og sendi fleiri innlegg innfyri, men til fánýtis. Har var verjan hjá Atletico sterkast.

 

Í mótálopunum eydnaðist Atletico Madrid at hótta málið hjá Barcelona, men tá samanumkom, so mundi ein javnleikur verða á góðari leið. Tað gjørdist fleiri ferðir heitt á vøllinum, men dómarin tóktist hava ís í búkinum og tók tað púra róligt. Sum heild kom hann væl frá uppgávuni.


Besti spælarin á vøllinum var Arda Turan, sum hevði útgangsstøði á høgra miðvøllinum. Hann vísti bóltførleika á hægri stigi enn nakar annar á vøllinum, tá hann ferð eftir ferð megnaði at snúgva sær framvið Barcelona spælarum, hóast hann var undir stórum trýsti.

Sum so, so kunnu bæði liðini eisini liva við einum javnleiki. Tey hava nú 50 stig í part, meðan Real Madrid hevur 44 stig á triðja plássi. Real Madrid spælir í morgin móti Espanyol.

 

La Liga:
Atletico Madrid – Barcelona 0-0 (0-0)

 

Dysturin í tølum: (ESPN.com)

Atletico Madrid – Barcelona

Skot samanlagt: 6-9

Skot á mál:  2-2

Hornaspørk: 7-6

Rangstøður: 3-2

Spælbýti: 31% - 69%

Gul kort: 2-3

Bjargingar: 2-2

 

Atletico Madrid: (4-4-2)

Thibaut Courtois – Juanfran, Miranda, Diego Godín, Filipe Luis – Arda Turan, Tiago(Christian Rodriguez, 83.min), Gabi (liðsk), Koke – Diego Costa og David Villa(Raúl García, 77.min)

Barcelona: (4-3-3)

Victor Valdés – Dani Alves, Gerard Piqué, Javier Mascherano, Jordi Alba – Xavi(liðsk), Sergio Busquets, Andrés Iniesta(Lionel Messi, 46.min) – Alexis Sánchez(Neymar, 67.min), Pedro(Sergio Roberto, 82.min) og Cesc Fábregas