FÓTBÓLTUR
Mølin á Eiði var aftur leygardagin karmur um eitt oddabrak í Formuladeildini, tá eldra høvuðsstaðarfelagið vitjaði hjá oddaliðnum. Tey vóru mong, ið høvdu roknað við einum jøvnum dysti, og tað var eisini júst tað tað varð, tí dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, men hóast fleiri møguleikar í seinna hálvleiki, so samdust liðini um at býta stigini sínamillum.
Ynskibyrjan
Oddaliðið kundi valla ynskt sær betri byrjan upp á dystin, tí tá bara seks minuttir vóru spældir, legði Rafal Kwiecinski EB/Streym á odda.
Ein langur bóltur varð sendur niðan í móti HB-brotsteiginum. Verjan skallar burtur, men ikki longur enn í bringuna á Rafal, sum temur bóltin og síðani buldrar hann inn í málið dygst við handaru stong. Eitt vakurt mál frá vælupplagda póllendinginum.
Onkur vildi vera við, at bólturin tók í armin á Rafal, men dómarin metti ikki, at so var.
Ein ynskibyrjan fyri EB/Streym, men leiðslan helt tó ikki meiri enn í tíggju minuttir.
HB fer í álop og í einum vælspældum álopi, har Jákup á Borg nýtir bæði Jóhan Ejvind Mouritsen og Rógva Jacobsen sum banda áðrenn Jákup sjálvur leggur í millum beinini á René Tórgarð.
Eitt deiliga gjøgnum spælt mál.
Eftir hetta hevði HB onkrar møguleikar at leggja seg á odda. Teir royndu seg úti frá og úr stuttari fjarstøðu, og Rógvi Jacobsen royndi eisini at filma seg til eitt brotsspark, men mátti í staðin síggja Lassin Isaksen fara í lumman eftir gula kortinum.
Tá smáir tíggju minuttir restaðu í til hálvleik, var EB/Streymur nær við at skora. Ein bóltur kemur sendandi niðan móti brotsteiginum, og Mortan úr Hørg ger seg til at skalla burtur. Men so er tað, at Bárður Johannesen kemur dekan ov langt út úr málinum, helst fyri at boksa bóltin burtur, men tað einasta hann fekk burtur úr var at órógva Mortan so mikið, at Ronnie Samuelsen í staðin varð hægstur og skallaði móti málinum. Tíbetur fyri HB var Vagnur Mortensen vakin og syrgdi fyri, at bólturin ikki slapp inn um mállinjuna.
Síðsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk HB. Mortan úr Hørg leggur ein frálíkan bólt niðan í brotsteigin. Jóhan Ejvind Mouritsen kemur sera væl upp, men harði skallarin er ikki nóg neyvur, og bólturin fer upp um málið.
Kjansir til bæði liðini
EB/Streymur var eisini um skora tíðliga í seinna hálvleiki. Ein bóltur verður sendur niðan eftir vøllinum, sum Rafal Kwiecinski leggur til rættis og síðani buldrar avstað, men skotið fer beint upp um tvørtræið.
Og EB/Streymur trýsti eisini øgiligt hesa fyrstu løtuna.
Stutt eftir góða skotið frá Rafal er tað Hans Pauli Samuelsen, sum roynir seg úti frá, men frísparksroyndini vardi Bárður Johannesen sera væl fyri.
Tjúgu minuttir fyri leiklok fær EB/Streymur størsta kjansin í øllum dystinum. Eldri Hansen beiggin, Gert, leggur ein langan bólt niðan móti brotsteiginum. Bárður Johannesen ætlar sær helst at fáa fatur í bóltinum, men fer fullkomiliga skeivur av honum, og brádliga dettur bólturin niður beint framman fyri yngra Hansen beiggjanum, Arnbjørn. Hesin visti helst ikki visti hvussu leysur hann var, og tveitur seg tí fram og roynir at skalla bóltin í netið, í staðin fyri at seta innaru síðuna á.
Bólturin fór spakuliga trillandi móti málinum, men fór framvið stongini og út til málspark.
Gestirnir úr HB høvdu eisini sínar kjansir í seinna hálvleiki, og seinastu tjúgu minuttirnar komu tveir heilt stórir málmøguleikar til teir reyð/svørtu.
Fyrst skallar Rógvi Jacobsen eitt innlegg úr høgru móti málinum, men René Tórgarð stórbjargar í málinum.
Løtu seinni er Jákup á Borg um at fáa bóltin í málið, men staddur við handaru stong, er hann ikki nóg neyvur, og skotið fer við síðuna av.
Fantasileys lið
Hóast fleiri kjansir til hvørt liði komu ikki fleiri mál í dystinum. Hóast talan var um oddadyst, so var tað ikki nógv sum bendi á, at tað var ein dystur millum oddaliðið og nummar trý, sum áskoðararnir vóru vitni til.
Spennandi var tað, og fleiri møguleikar vóru til hvørt liðið, men so var heldur ikki meiri at koma eftir.
EB/Streymaliðið tóktiskt ikki serliga vælupplagt. Teir vanliga so vælspælandi Bárður Olsen og Hans Pauli Samuelsen komu ongantíð fyri seg, og so var tað so sum so við tí, sum EB/Streymur megnaði at borðreiða við.
Heldur ikki HB kláraði at toga tað flotta fótbóltsspælið fram. Teir hava fyrr í ár spælt fínan fótbólt, men leygardagin skuldi HB fáa kjansirnar við at lossa langar bóltar niðan í høvdið á Rógva Jacobsen.
EB/Streymur fekk teir størru møguleikarnar í dystinum, og var tað soleiðis, at dysturin neyðturviliga skuldi koppa annan vegin, hevði tað verið óuppiborið, um tað var til fyrimuns fyri EB/Streym.