Oddafiskarnir snýttu áskoðararnar

Talav: Talvhugað harmaðust um, at Heini og John Arni tóku remis, tá teir høvdu flutt fýra leikir, og nógv hevur verið tosaðu um í Klaksvík, hvussu skal byrgjast fyri hesum í framtíðini

Talváhugað sóu sunnudagin við spenningi fram til, hvussu tað fór at spæla av, tá tveir teir fremstu telvararnir í landinum, Heini Olsen og John Arni Nilssen, skuldu hittast í sera avgerandi talvi í kappingini um FM fyri einstaklingar.

Tey, sum eru áhugað í talvi, vita, hvussu í orðsins sanna týdningi, leikur plagar at fara. Teir byrjaðu klokkan tvey, og tá klokkan nærkaðist trý, komu fólk at fylgja við. Men tey kendu seg snýtt, tí við borðið, sum henda dagin varð mett at vera høvuðsborðið, sótu eingir telvarar. Heini Olsen og John Arni Nilssen góvu talvið fyri javnt, tá teir høvdu flutt fýra ferðir: Heini hevði hvítt, og talvið gekk soleiðis: 1. d4 Rif6, 2. c4 e6, 3. Rif3 b6, 4. g3 Ba6, og so bjóðaði Heini remis, og John Arni tók av, og teir vóru langt síðani burtur, tá áskoðararnir komu.


Nógv tos men

einki lógarbrot

Petur Hans Poulsen er kappingarleiðari í FM kappingini fyri einstaklingar, og hann kundi einki gera við hetta, tí eingir reglar eru ímóti sovornum.

Finnbjørn Vang er formaður í Talvsambandi Føroya, og hann sigur, at sunnukvøldið varð nógv tosað í Klaksvík um hetta løgna fyribrigdið.

Úr Klaksvík verður sagt, at hetta minti mest av øllum um tiltikna HM fótbóltslandsdystin, tá Vesturtýskaland og Eysturríki so at siga hugnaðu sær í 90 minuttir í vissuni um, at bæði liðini komu víðari. Tað var ikki serliga populert.

Millum talvhugað, sum eru í Klaksvík í hesum døgum, verður mett, at um John Arni Nilssen hevði nakrar vónir um at vinna meistaraheitið, so átti hann at lagt meiri fyri í stríðnum at koppa Heina Olsen, sum einsamallur er fremstur í kappingini, og sunnudagin so at siga fekk ein frídag og harvið kundi roknast við, at hann í gjár var eitt sindur betri fyri enn teir, sum hann kappast við.


Endurskoðað reglarnar

Tað kann roknast við, at Talvsambandið fer at endurskoða reglarnar fyri FM kappingina fyri einstaklingar.

Heini Olsen og John Arni Nilssen hava ikki uppfunnið hetta at taka remis, so at siga áðrenn talvið av álvara er komið í gongd. Hetta kemur meiri enn so fyri seg, og nú hendir tað ikki so sjáldan, at teir, sum skipa fyri kappingum, skriva í ásetingarnar fyri kappingarnar, at tað skal ikki vera loyvt at taka remis fyrrenn 40 leikir eru fluttir. Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at tryggja, at áskoðararnir fáa tað talvupplivilsið, sum teir rokna við.

Tað eru broytingar av hesum slagnum, sum vóru uppi og vendu, tá bestu føroysku telvararnir og onnur, sum hava áhuga fyri talvi, sunnukvøldið eftirmettu 3. umfar í FM kappingini.

Men tað er í Talvsambandinum, at reglarnar verða ásettar, og tað má verða í tí foruminum, at slíkir spurningar fara at verða tiknir til viðgerðar.

Men lat okkum enn eina ferð undirstrika tað, sum verður sagt úr Klaksvík, nevniliga at teir báðir telvararnir hava sjálvandi ikki gjørt nakað, sum ikki var loyvt. Men tað er einki at siga til, at áskoðararnir iðraðu seg sunnudagin seinnapartin.