Hinvegin kemst ikki uttanum, at hesir sjey mánaðirnir við CHE samgonguni hava verið órógvaðir av nógvum og djúpum ósemjum. Men hesar ósemjur hava meira verið innanflokka enn samstarvsflokkana millum. Her var so ein orsøkin til, at tað var trupult at stýra, ein onnur orsøkin tykist at hava verið trótandi álit millum lyklapersónar í samgonguleiðsluni. Spell, tí sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so var samgonguskjalið hjá CHE samgonguni eyðkent av nýhugsan á mongum økjum og hetta var eitt stig til vinstru í føroyskum politikki. Men henda samgonga hevði eisini sínar andsagnir, eitt nú tóktist tað mongum løgið, at henda samgonga meira enn nøkur borgarlig samgonga tóktist hava eina turkatrúgv á tær frælsu marknaðarkreftirnar. Tá ein hugsar um, at hesar frælsu marknaðarkreftir júst í sama skeiði hava verið við at renna heimin út í størstu búskaparkreppu síðan Wall Street skrædlið í 1929. Men kanska er ræðumyndin frá áttatiárunum so greflig, at eingin føroyskur politikkari torir nevna hvørki planbúskap ella blandingsbúskap, hóast sjálvt USA í hesum døgum tekur til sterkar planbúskaparligar loysnir.
Men CHE slapp ongantíð veruliga at standa sína politisku roynd og gamla ABC samgongan dagar fram. Spurningurin er, hvat vit kunnu vænta okkum av eini komandi ABC samgongu, hvørjar møguleikar hevur hon. Støðan er broytt síðan fyrru ABC samgongu. Lutfallið í styrki er broytt og tey borgarligu stemplini vera tí sjónligari. Javnaðarflokkurin fær hart hoyggj at draga, men flokkurin fær kanska síni fingramerki á almannamálini. Her er pensjónsreformurin ovast á bredda.
Víst var ABC samgongan eyðkend av stabiliteti, men hvat var hon meira? Politiskur stabilitetur uttan politiskan dynamikk elvir til statisk samfelagsviðurskifti. Verandi valskeið verður øðrvísi enn undanfarna skeið. Búskaparliga støðan í heiminum er grundleggjandi broytt, trygdarpolitiska støðan er broytt, og Føroyar eru ikki rættiliga við í altjóða samstarvinum, hóast altjóðagerðin gongur við fullari ferð. Alt hetta ger, at tann samgonga, ið nú tekur yvir, hevur avmarkað rásarúm. ABC má tó royna at sýna størri dynamikk, hugflog, broytingarvilja og atgerðarevni enn seinast. Hetta fer, við broyttu fortreytunum í huga, at seta sera stór krøv til politiska leiðslu. So er bert at vóna, at politisku leiðslurnar megna uppgávuna og at politisku baklondini, tinglimir, skilja álvaran, tí her verða hvørki ráð ella rúm fyri solospæli.
Sosialurin