Nú øll vóru so fegin um, at henda trygdarlendingin gekk so væl í hond, varð eisini mett, at hetta helst var eitt tekniskt brek, sum eingin kann verja seg fyri. Men so hendi tað aftur bert nakrar fáar dagar seinni. Sama bremisskipan í sama flogfarinum á júst sama stað endurtók seg. Men aftur gekk alt væl í sambandi við trygdarlendingina, sum eisini fór fram á sama stað í Noregi.
So far so good. Alt gekk fyrimyndarliga fyri seg, eingin fekk skaða, tó at mong helst hava fingið hvøkk ella skelk av hesum hendingum. So er spurningurin: hvussu við framtíðini! Er talan um júst sama brek og um so er, hvussu kann tað íkoma tvær ferðir innan fyri so stutt tíðarbil? Ella er talan um onnur brek í somu bremsiskipan, sum kunnu íkoma uttan at hetta hevur nakað við dagliga eftirlitið at gera? Er talan um menniskjanslig mistøk og at eftirlitsarbeiðið ikki er gjørt nóg væl? Hesum spurningum hava vit ongan møguleika at svara, og tí eiga vit eisini at vera sera varin við at fella dómar. Leiðslan í Atlantic Airways hevur gjørt rætt í at taka flogfarið úr flúgving fyri at fáa tað kannað til fulnar.
Vit ganga út frá, at kanningin fer at siga okkum, um talan hevur verið um menniskjanslig mistøk um at eftirlitsarbeiðið ikki hevur verið nóg gott. Og kemur kanning til slíka niðurstøðu, tá má ovasta leiðslan meta um, hvørjar avleiðingar hetta skal fáa. Vit, eiheldur nakar annar, hava hvørki rætt ella møguleika fyri at leggja nakra skuld á tey fólkini, sum hava tekniska eftirlitið hjá Atlantsflog um hendi. Ein neyv kanning má til, áðrenn nøkur ábyrgd kann plaserast.
Tað er tó greitt, at tað hevur stóran týdning fyri álitið á Atlantic Airways og tess trúvirði, at kanningarnar verða gjørdar so væl og neyvt sum til ber. Her má einki koyrast undir teppið, tí her er jú talan um okkara tjóðarflogfelag, sum hevur eina stóra ábyrgd mótvegis øllum teimum ferðandi, ikki minst nú tað flytur flestu ferðafólkini millum Føroyar og umheimin.
Sosialurin