Ætlanin var, at hon skuldi skerja fyritíðarpensjónirnar 5,7 prosent fyri at spara 10 milliónir krónur. Hetta var eitt uppskot, sum gamla samgongan hevði fostrað.
Men hesir dagarnir í Almannaráðnum hava longu brýnt Anniku Olsen, sum nú er knapt so liberal og reaktioner, sum samgongan annars, síðani Jørgen Niclasen gjørdist sterki maðurin í Tinganesi og tók løgmann av ræði. Annika Olsen sigur, at tað er sosialt skeivt at gera tey fátæku fátækari við at lækka fyritíðarpensjónina.
Á Rás2 í gjár ljóðaði hon næstan sum ein javnaðarpolitikari, sum hevði funnið út av, at Rósa Samuelsen hevði »gloymt« at leggja upp fyri til raksturin av teimum ellis- og røktarheimum og sambýlum, sum eru í gerð. Tørvurin til raksturin næstu árini er um 100 milliónir. So bara har eru 110 millónir sum mangla í, og saman við teimum 68 milliónunum, sum hon skal spara, so er hon longu nú 178 milliónir skeiva vegin.
Annika Olsen sigur, at hon vil hava hægri játtan til Almannaráðið. Hon heldur onga meining vera í at byggja ellis- og røktarheim og sambýli, um tey ikki skulu latast upp. Og rætt hevur hon í tí. Hon vísir so metaforiskt á, at um hon livir upp til sparingarnar, so er tað sum at niðurleggja trivnaðartænastuna ella avtaka alla forsorg, tað ber ikki til.
Sum Annika Olsen sjálv sigur, so eru fíggjarkarmarnir órealistiskir, og tí vil hon flyta játtan frá øðrum ráðum til Almannaráðið.
Hóast tað valla blíðkar fyri monnum kring borðið í Tinganesi – sum neyvan tíma at lurta eftir Anniku, hóast hon tykist klókari enn teir – so blíðkar kanska fyri henni. Kanka hon hevði viljað framt neyðugu reformarnar, so hon hevði ráð til skattalættan, sum tey so fegin vilja geva teimum ríku?
Men hvør sigur, at tað skal vera lætt?
Samgongan, sum vit hava valt, er reaktioner. Tí fáa vit sjálvandi reaktionerar avgerðir. Skattalættin er størsta útmerkilsið higartil. Og tað fær avleiðingar fyri almannaøkið hjá Anniku Olsen, hvussu vit so venda og snara veruleikanum.