ODDAGREIN: Arbeiða ella læna til vælferð?

Hóast vit í mannaminni hava valt umboð í danska Fólkatingið, so eru málini í føroyska valstríðnum ikki altíð so eyðsýnd, sum tey eru í hesum danska vali annars. Meðan tað er fíggjarpolitikkurin, sum er ovarlaga á breddanum í Danmark, har Helle Thorning-Schmidt bjóðar Lars Løkke Rasmussen av við eini ætlan um at fáa fólk at arbeiða 12 minuttir meira um dagin, so er einki av hesum slag á skrá í Føroyum.

Donsku stjórnarflokkarnir - serliga forsætisráðharraflokkurin Vinstri, hava roynt at stungið Helle Thorning-Schmidt og Villy Søvndal skør við at vísa á, at ætlanin um at arbeiða 12 minuttir meira ikki heldur. Men ræðslukampanjan tykist ikki virka, og enn stendur á gomlum nøglum hjá stjórnarflokkunum - og alt bendir á, at Lars Løkke Rasmussen skrivar seg í søguna sum annar stjórnarleiðarin í Danmark, sum ikki klárar at vinna næsta valið eftir, at hann hevur tikið við sum forsætisráðharri.
Tann fyrri var Anker Jørgensen, sum tapti valið í 1973. Hann skipaði tó fleiri stjórnir eftir tað.

Her í Føroyum er valið ikki eins eyðsýnt. Meðan blokkpolitikkurin í Danmark vísir púra greitt, hvørja stjórn danir fáa, um tey velja hendan ella handan flokkin, so hava vit ikki slíkt í Føroyum. Til okkara løgtingsval hava vit ikki ánilsi fyri, hvørja stjórn vit fáa. Til fólkatingsvalið hevur stjórnartilknýtið í Danmark ikki tann stóra áhugan hjá veljaranum - tann áhugin er helst bara í politisku skipanini.

Hetta er kanska tekin um, at skipanin við fólkatingsumboðan er eitt sindur stirvin, kanska eitt sindur foroldað. Men hetta er skipanin, sum er galdandi. Og tá hon ikki verður brúkt í telvingini millum blokkarnar í Danmark, ikki hevur beinleiðis týdning fyri politikkin í Føroyum, so er hon meira av umboðandi slag, og so er at brúka hana til tað.

Men fyri tað, um flokkarnir ikki taka lut í danska valstríðnum, so ber til at brúka fólkatingsvalið til at seta gongd á valstríðið til løgtingsvalið. Í ólavsøkurøðu løgmans hava vit finigð at vita, at vit skulu spara nógvar pengar, so nógvar, at undirskotið á fíggjarlógini fyri alt í verðini skal vera burtur í 2016. Onkur heldur hetta vera skilagott, onkur annar heldur, at vit eiga at fíggja eitt hall í eitt longri áramál fyri ikki at missa vælferðina.

Og tað er júst tað, sum stjórnarflokkarnir hava koyrt hart uppá, at vit ikki kunnu læna okkum til vælferð. Tá stjórnin so leggur eitt fíggjarlógaruppskot fram við 85 milliardum í halli, so er tað júst tað, sum stjórnin ger: Lænir seg til vælferð.

Hjá okkum skal eitt nú Mentamálaráðið spara 50 milliónir fram tl 2016. Tað sama skal Heilsumálaráðið. Okkum lysti vita, hvussu fíggjarlógin tá skal síggja út. Hvussu nógvar eyka minuttir um dagin, skulu vit tá arbeiða?