Rætt er at royndir aðrastaðni vísa, at tað skulu borast nógvir brunnar, áðrenn rakt verður við olju. Tá oljuleitingin byrjaði í Noregi vóru feløgini við at gevast, tá nakrir tredivu brunnar vórðu boraðir, tá Phillips brádliga rakti við olju. Vestan fyri Hetland vórðu boraðir meira enn 150 brunnar, áðrenn rakt varð við fyrstu lønandi feltini í 90-unum. Út frá hesi sannroynd hevur løgmaður rætt, tá hann leggur upp til ikki at hava alt ov stórar vónir longu undir fyrstu boringunum.
Hinvegin er tað ein sannroynd, at sjáldan hava oljufeløg gjørt so stórt fyrireikingararbeiði sum til hesar boringar. At oljufelt eru funnin í somu jarðfrøðiligu løgum stutt frá føroyska landgrunninum er eisini orsøk til, at feløgini eru bjartskygd. Tað eisini ein sannroynd, at jarðfrøðin kennir ikki mørk. Tí kann man væl siga, at forarbeiðið til hesar boringarnar er longu gjørt, og tað eru fundini hinumegin markið, Foinaven og Schiehallion. Og tá talan helst er um somu jarðfrøðiligu løg okkara megin markið, skuldi møguleikin fyri at gera fund av Foinaven og Schiehallion slagnum verið tilsteðar.
Tí er eisini rætt at vera realistisk og innsíggja, at møguleikin fyri at finna olju í ár hóast alt er rættiliga stórur. Og tað er slíkan veruleika vit mugu fyrihalda okkum til, tá sagt verður, at vit mugu fyribyrgja óhepnum avleiðingum av oljuni. Tí er tað áhugavert at vita, hvat okkara politikarar hugsa og halda um komandi útviklingin sum eitt nú at taka støðu til spurningar løgmaður reisir: hvussu skal framleiðast og skal olja í land í Føroyum! Og aðrir spurningar koma so í kjalarvørrinum: hvussu við bústaðarmøguleikum, ansingarplássum ol., tá olja er funnin og eftirspurningurin fer at vaksa!
?Útlendsku? oljufólkini, sum fara at koma til Føroya, verða í stóran mun okkara egnu landsmenn, sum hava nomið sær útbúgving í útlandinum. Hvørja ávirkan fara hesi t.d. at hava á longu hart fyrispenta húsamarknaðin? Hetta eru spurningar, sum vit her í blaðnum fara at viðgera í næstum. Løgmaður hevur rætt, tá hann sigur, at vit skulu ikki kanna okkum bitan ov tíðliga, men hinvegin eiga vit eisini at taka tað í størsta álvara, at vit kunnu gerast oljutjóð í næstu framtíð. Og tað setir krøv til okkum øll, men fyrst og fremst til politikararnar.
Sosialurin