Hetta kemur sum einki minni enn ein bumba. Ein bumba, sum fyrst og fremst rakar tey gomlu, síðani starvsfólkini og tey avvaraðandi. Men henda bumba kann lættliga eisini raka landsstýrismann, landsstýrið og samgongu. Hvussu umboð fyri almenna myndugleikan enn royna at forklára seg burtur úr verandi støðu við frágreiðingum um, at játtanin hækkaði seinast og at pengarnir til tey eldru ikki eru minni enn áður, so eru avleiðingarnar fyri tey gomlu, teirra starvsfólk og teirra avvaraðandi so sjónskar, so óvirðiligar og raka so meint, at hetta eisini kann gerast ein vanlukka fyri politiska myndugleikan. Um hetta kemur óvart á hann og ikki er tilætlað, so er bert eitt at gera, og tað er at finna pengar, sum kunnu varðveita røktina á Lágargarði og forða fyri, at dagtilhaldið og døgurðatænastan steðgar.
Sum skilst so verður ikki longur góðtikið, at játtaninar ikki halda, soleiðis at stovnar kunnu koma eykarokning, tá árið er úti. Hinvegin er hetta ein mannagongd, sum nærum er vorðin fastur partur av skipanini, og tí er ikki bara sum at siga tað, bráddliga at skerja á stokkinum. Tá stovnar sum eitt nú Lágargarður hava gjørt nógv fyri ikki at siga alt fyri at spara við stytta um arbeiðstíðina og harvið leggja størri byrðar á starvsfólkini, so er ikki ringt at skilja, hvussu støðan verður, nú fleiri av røktarstarvsfólkunum skulu sigast upp. Bert tey, sum hava havt eldri fólk í røkt og sæð, hvat henda røkt krevur av hvørjum einstøkum røktarfólki, vita, hvat hesi somu starvsfólk leggja fyri dagin.
Politikarar og almennu myndugleikarnir allir sum ein, bæði samgonga og andstøða, mugu gera sær púra greitt, hvat er við at henda. Fleiri og fleiri gerast eldri, og hetta setir heilt nýggj krøv til okkara politikarar. Tað nyttar heldur ikki sum andstøða bara at sita og peika á hini og geva teimum skylduna. Allir politikarar í hesum landi eiga at kenna ábyrgd av hesum, eisini teir, sum hava rátt fyri borgum seinastu mongu árini og teir, sum uttan at blunka skóru blokkin niður við nærum 400 mill. kr. Men tað eru so tey, sum stýra í dag, sum mugu taka hetta mest til sín. Sum mugu gera upp við seg, um hetta er tað tey høvdu ætlað við teimum gomlu. Væl vitandi, at almennu kassarnir ikki eru á tremur, so vil tað her vera ein spurningur um raðfesting. Og eftir okkara tykki eiga tey gomlu og eldru at verða raðfest soleiðis, at tey fáa eitt virðiligt lív. Tey hava verið við til at skapt ta vælferð, sum alt samfelagið fær lut í. Tað skal tí vera áheitan okkara á landsstýrismannin og á alla samgonguna alt fyri eitt at taka eitt nú støðuna á Lágargarði upp sum eitt akutt mál, ið má loysast so ella so. Tað ringasta, sum kann henda, er lata standa til.
Sosialurin