ODDAGREIN: bjargið nú kringvarpinum

Í morgin fer løgtingið undir aðru við­?gerð av uppskotinum hjá Gunvør Balle og Rigmor Dam um at veita Kringvarpi Føroya fleiri pengar við at frí?­taka kringvarps­gjaldið fyri mvg og lata stovninum pengarnar. Sam?­stundis missir Kringvarpið rætt­­in til at selja lýsingar og spons­or­at.

Út frá orðaskiftinum und?ir fyrstu viðgerð er greitt, at sam?gongu?um?boð?ini ikki taka undir við upp?skot?i?num. Landsstýrismaðurin í ment?a?málum arbeiðir við einum »miðl?a?pakka?«, sum hann kallar tað, sum hevur somu ingrediensir, sum upp?skot?ið hjá teimum báðum løg?tings?kvinn?unum – tó við teirri broyt?ing, at Kring?varpið ikki fær all?ar pengarnar, sum frítøkan av mvg á kringvarpsgjaldið gevur.

Stóri spurningurin er, um vit skulu hava eitt alment kringvarp, ein al?mennan public service mið?il, ella um vit skulu hava eitt komm?er?si?elt ?alment kringvarp, sum er lýs?ing?arfíggjað í kapping við aðrar privatar miðlar.
Tað tykist greitt, at samgongan ikki er serliga heit fyri at geva Kring­­varp­­inum tær umstøður, sum ein almennur public service stovn­ur eigur at hava.

Landsstýrismaðurin hevur giv­ið til kenn­ar, at hann vildi á­leið tað, sum tær báðar and­støðu­ting­kvinn­ur­nar skjóta upp. Men hann hevur ikki stuðul fyri tí í sam­gonguni. Tað tykist greitt, at fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­in ikki er sinnaður at geva Kring­varp­i­num fleiri pengar.

Um tað er beiskleiki fyri her­ferð­ina hjá Kringvaprinum í MVG-mál­i­num hjá Jørgen Niclasen, sum er or­­søkin, skulu vit ikki siga. Men vit vita, at slík mál fylla meira í pol­it­isku viðgerðini, enn gott er.

Vit kunnu staðfesta, at Kring­varp­­ið í alt ov stóran mun ber seg at sum ein kommersiellur miðil. Og tað er ein trupulleiki, sum skala trú­virði hjá stovninum, so sum fleiri dømi hava verið um. Og sum Marjun Dals­gaard vísir á í temanum í dag, so er public service ikki gjørt, um tað, sum miðilin kann vinna pening burt­urúr, skal verða avgerandi fyri, hvat verður framleitt og sent. Tí eig­ur stovnurin ikki at fáa pengar utt­an­ífrá.

Okkara vón sum privatur miðil er, at pol­itikarar virða støðuna hjá Kring­varpinum sum almennur pub­lic service miðil. Latið tí ikki trong­skygni valda, men gevið stovn­inum tær umstøður, sum ein slíkur stovnur eigur at hava. Er ikki nóg mikið av pengum hjá stovn­inum, so skal hann spara. Tí ein public service stovnur skal ikki prostituera seg til handilslig á­huga­mál.