Almennu skipini kunnu eftir øllum at døma ikki fara í dokk uttan at eykajáttan og skipaleiga má til ? hetta var ikki støðan fyrr. At skip skulu í dokk av og á kann neyvan koma óvart á nakran. Á almenna arbeiðsmarknaðinum er konflikt til nærum hvørjar samráðingar ? hetta var ikki støðan fyrr. Verkføll hava verið av og á, men nú ber av. Deildir á sjúkrahúsinum stagnera ? hetta var ikki støðan fyrr við undantak av ringastu kreppuárunum. Hvat er so hent tey seinastu árini, eftir at stórar uphæddir hava verið koyrdar í almennu umsitingina? Vit hava fingið eina stóra umsiting, ið tykist umsita minni og minni, eftirsum játtaninar til tey, ið reelt útinna almennu tænasturnar gerast meiri og meiri soltnar. Talan er í mangum førum um lækking, tá hugsað verður um inflatión. Harafturat kunnu vit nevna privatiseringsplanirnar hjá Fólkaflokkinum, ið fara at gera, at uppaftur minni verður hjá umsitingini at umsita.
Nógv kundi verið spart við at útdelegera heimildir til stovnarnar og ikki bara ábyrgd. So hevði miðfyrisitingin verið minni í vavi og bíligari, og peningur kundi verið brúktur uppá at útføra almennu tænasturnar.
Ótaktisk úttalilsi kosta hesum samfelagi sera nógv. Karsten Hansen hevur átt nøkur av hesum úttalilsum gjøgnum tíðina. Ógvuliga ótaktiskt má tað eisini sigast at vera, tá umboð fyri sjúkrahúsleiðsluna úttala seg tvørt í móti sjúkrasystrunum, ið hava sagt upp. Tað er at niðurgera fólk við at siga, at tey tvætla. Tað er óheppið, um fólk eru ov kvik at úttala seg alment. Gott hevði verið, um fulltrúar, leiðslustarvsfólk og onnur lærdu at arbeiða eftir meginreglini: tonkti tankin kann altíð sigast, men sagda orðið kann aldrin tigast!