Oddagrein· Døma uttan rættarmál

Rættarmálið ímóti fyrrverandi irakiska einaræðisharranum gongur móti endanum. Saddam Hussein var sunnumorgunin dømdur til deyða. Rættarmálið heldur tó fram við fleiri ákærum. Vit í Vesturevropa ganga ikki inn fyri deyðadómi. Vit hava tó onga ávirkan á henda dómin, tí tað eru irakar sjálvir sum døma sambart irakiska lóg. Men flest øll munnu ganga inn fyri, at øll slík mál fara rættarinnar veg.

Tað kom tí ómetaliga dátt við, tá Dimmalætting í oddagrein í gjár rør framundir, at best hevði verið um Saddam hevði verið skotin uttan rættarsøk. Blaðið skrivar m.a.: ”Nógv hampafólk í Vesturevropa munnu ikki leggja so nógv í, um maðurin verður dripin – hann hevði ikki betur uppiborið, og fleiri av okkum munnu kanska eisini ilskast inn á, at tað ikki hvepti í onkrum peikifingri, tá Saddam varð tikin til fanga, tí um hann tá hevði verið skotin, høvdu bæði Irak og umheimurin sloppið undan hesi og øllum komandi rættarmálum, ið kunnu tykjast óneyðug, tí úrslitið er so gott sum givið frammanundan.”

Henda óhugnaliga og ódemokratiska niðurstøða stríðir ímóti øllum tí, sum vit í Vesturheiminum standa fyri, nevniliga at øll hava rætt til at fáa sína søk viðgjørda í einum rætti, sjálvt einaræðisharrar og drápsmenn skulu rættarsøkjast antin sambart altjóða lóg ella landsins lógum. Eingi sakarmál eru óneyðug. Tey eru tvørturímóti ein sjálvfylgja. Eru ein av grundarsteinunum undir fólkaræðinum, fólkarættinum.

Hvat sigur Amnesty til slíkar nýggjar tónar í føroysku pressuni! Henda niðurstøða er eftir okkara tykki so langt úti, at talast má at. Og Dimma átti eisini at vitað, at eitt sakarmál umframt demokratiska prinsippið hevur stóran týdning fyri eftirtíðina. Ì dag viðger rætturin í Bagdad hópmorðini á kurdar. Eitt sera týdningarmikið mál at fáa umrøtt og lýst, og sum amerikanarar við Romsfeld á odda valdu at venda blinda eygað til og eftir hesa skemdargerð stuðlaðu Saddam í krígnum móti Iran.

Tað undrar okkum og helst fleiri, at Dimmalætting ger sína ódemokratisku niðurstøðu í hesum máli – at vilja fella dóm uttan rættarmál. Spurt kundi í hesum viðfangi verið, um hetta er vorðið nýggja linjan hjá blaðnum, tí herfyri feldi oddagrein dóm yvir Jenis av Rana, uttan at maðurin er ákærdur. Tað er ikki okkara uppgáva at døma. Øll hava rætt til eina fair og ærliga rættarviðgerð.

Sosialurin