Oddagrein· Danskar sjálvmótsøgnir

Ósamsvar er millum landsstýrið og donsku stjórnina ella partar ov donsku stjórnini um tulkingar av sjálvsavgerðarrættinum. Intern ósemja er millum danska forsætismálaráðið og danska uttanríksráðið um at viðurkenna føroyingar sum serstaka tjóð eftir fólkarættinum. Hetta sær ørkylmandi út fyri okkum føroyingar! Omaná alt kemur nú danska løgmálaráðið og setir spurnartekin við lóggávuvald løgtingsins. Hetta hendir, alt meðan danska fólkatingið flytir eitt lóggávuøki fyri og annað eftir til samveldismyndugleikar í Bruxelles. Hetta er ikki nóg gott, milt talað! Soleiðis er støðan sambært Dag og viku týskvøldið. Er hetta ein sonn mynd av støðuni, so má ásannast, at hetta kann ikki halda fram soleiðis, tað ber heilt einfalt ikki til!

Best sum vit halda, at nú eru allar súðir syftar og spurningurin um sjálsavgerðarrætt og tjóðarviðurkenning var avgreiddur við yvirlýsingum og uppskoti um yvirtøkulóg, so koma uttanríkisráð og løgmálaráð og siga: nei hetta ber als ikki til, soleiðis spælir klaverið ikki! Í formælinum til yvirlýsingina um yvirtøkulógina verður greitt viðurkent, at føroyska tjóðin hevur sjálvsavgerðarrætt og verður viðurkend sum serstøk tjóð eftir fólkarættinum. Hetta hevur givið okkum orsøk til at halda, at nú eru hesar forðingar endiliga beindar burtur.

Men her er einki broytt, sigur uttanríkisráðharrin, samstundis, sum hann gevur inuit í Grønlandi somu sømdir, sum hann vil nokta okkum. -Grønlendingar eru øðrvísi enn føroyingar, teir eru meira sermerktir, sigur hann. Hvat hugsar uttanríksráðharrin fyri sær? Hann veit jú betur enn so. Er her veruliga enn einaferð talan um klassiskan danskan del og hersk politikk? Er málið veruliga at seta kílar millum føroyingar og grønlendingar? Um so er, eiga føroyskir myndugleikar ikki at góðtaka hetta.

Nú mugu løgmaður og løgting seta forsætismálaráðharranum stólin fyri dyrnar og boða honum frá, at nú gongur hetta ikki longur. Danir mugu gevast við at melda ymiskt út yvirfyri føroyingum. Ein loysn kundi verið at avtalað, at tað er forsætismálaráðharrin, ið førir dialogin við løgmann. Vit eiga at kunna krevja av danska forsætismálaráðharranum, at hann syrgir fyri, at hansara ráðharrar ikki mótsiga hvørjum øðrum, og at tað, ið kemur úr danska embætisverkinum er í tráð við tey politisku ynski, ið eru drívmegin aftanfyri tilgongdina millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri. Málið snýr seg um politikk og ikki jura, og tí er umráðandi, at danska embætisverkið ikki sleppur at broyta kós í andsøgn við politisku ynskini. Megnar danski forsætismálaráðharrin ikki at halda sínar ráðharrar og ráð í einari linju, so kann hetta skapa trupulleikar fyri Løgmann og Løgtingsmeirilutan, ið vil framá við yvirtøkulógini, og so er vandi fyri, at vit enda aftur í tí naggatódn, ið hevur valdað seinastu seks árini.

Sosialurin