Oddagrein·Ein av okkara størstu

Hóast tað eru eini hálvthundrað ar síðani skaldsøgurnar komu út, eru tær
framvegis millum størstu varðarnar í bókmentasøgu okkara. Øll, sum hava
áhuga fyri bókmentum ella skaldskapi, hava lisið Fiskimenn og Útrák.
Hetta má vera prógv um, at Martin Joensen er ein av okkara bestu og
fremstu rithøvundum.


Hevði bókmentaumhvørvið hjá rithøvundanum verið betri og høvdu vit havt
betri ella fleiri bókmentametarar, tá Martin livdi og skrivaði, hevði
Martin óivað havt skrivað meiri, og óivað hevði Marin óivað fingið eitt
annað úrslit úr skrivingarhuga sínum og skrivingargávunum, enn hann
fekk. Nakað soleiðis skrivaði Kristian Matras, tá Martin var farin í
1966, bara 64 ára gamal.

Bæði í skaldsøgunum og í teimum mongu stuttsøgunum lýsir Martin Joensen
gerandisdagin hjá fólkinum, sum her býr, um stríðið á sjógvi og á landi,
samveruna millum fólk, ja tað sosiala lívið. Hann er eitt
sosialreaistiskt søguskald, men hann er ikki bara heimbýlisskald og
samfelagslýsari. Hann lýsir harafturat lyndi og sálina í fólki.

Eins og hitt stóra rosaskaldið, Heðin Brú, skrivaði Martin Joensen
nógvar stuttsøgur. Ta fyrstu søguna, Ein bygdarmynd, skrivaði hann í
Føroya Sosialdemokarti í 1934 eftir áheitan frá P.M. Dam, sum tá var
blaðstjóri á Sosialinum. Síðani síggja vit søgur í Føroya
Sosialdemokrati, Varðanum, barnabløðum og í jólabløðum. Seinri komu tær
í stuttsøgusøvnum, og Bókagarði at takka, hava vit llan skaldskapin hjá
Martin Joensen í eini bókarøð.

Martin Joensen var javnaðarmaður, og tann sosiala demokratiska
hugsjónin, og hansara humanistiska lívsjón, sæst aftur í skaldskapinum.
Eisini tók hann eitt stórt tak fyri Javnaðarflokkin og var eitt skifti
baðstjóri á Føroya Sosialdemorati fyri hálvhundrað árum síðani. At
gloyma henda partin í lívsstarvi hansara, nú hann er 100 ár, er aftur
eitt dømi um at umskriva søguna.

Sum hjá so mongum øðrum varð hann vaktur á á Háskúlanum og
háskúlaveturin fekk stóran týdning fyri lívleiðina. Hann fór á
læraraskúla og var lærari, fyrst á økrum og Lopra, síðani í Sandvík og
at enda á Tvøroyri, áðrenn hann legði frá sær.

Ídag eru 100 ár síðani Martin Joensen varð borin í heim. Í kvøld heiðra
sandvíkingar bygdasonin, sum vendi aftur til bygdina sum lærari, og sum
gjørdist ein av okkara "bestu pennum". Minnisvarðin verður fluttur til
sjónligari stað, kvøldseta verður og fólk fara upp á gólv fyri at
minnast henda stóra rithøvundan.