Oddagrein· Einaræði fyri falli?

Myamar ella tað, sum einaferð æt Burma, er vorðið eitt av heimsins verstu einaræðislondum. Gamla enska hjálandið var fólkaræði í nøkur ár, men so fyri umleið seytjan árum síðan tók hervaldið ræðið í landinum. Hetta hendi eftir eitt demokratiskt val til lóggávutingið, har vinnarin var Aung San Suu Ky. Henda kvinna er dóttir eina av mætastu frælsishetjum Myanmars og hevur mikla karisma og stór politisk leiðaraevni. Hon hevur hartil fingið Friðarheiðursløn Nobels og stendur høgt í metum úti sum heima.

Aung San Suu Ky hevur sitið í húsavarðhaldi í fleiri ár, men hevur kortini hóast hesar ótolandi umstøður megnað at varðveita støðuna sum sjálvt symbolið uppá friðarliga mótstøðu móti tí eirindaleysu juntu, sum stýrir landinum við harðari hond. Einki einaræði av slíkum slag kann valda uttan hernaðarliga og fíggjarliga hjálp uttaneftir. So er eisini við tí harkaliði, sum ræður í Myanmar. Hesi bølmenni fáa hjálp úr Kina og úr India. At Kina heldur hondini yvir juntuni í Myanmar er kanska ikki so løgið, tí Kina er einki fólkaræði, og Kina hevur sera stór uttanríkispolitisk áhugamál í hesum grannalandi. Verri er at skilja, at India virkar sum høvuðsstuðul hjá einaræðisharrunum. India er heimsins størsta fólkaræði og átti at sæð ein áhuga í at stuðla teimum demokratisku kreftunum í Myanmar. Men so er ikki – her viga handilspolitisk áhugamál tyngri enn fólkaræðið.

 

Tað eru buddistiskir munkar, sum ganga á odda í demokratiska stríðnum í Myanmar. Hetta er tann stóri munurin á dagsins uppreistri og so teimum uppreistrum, sum áður hava verið í landinum. Buddisman er meginátrúnaður, og munkar hava sera stóra virðing millum manna. Tískil kann hetta fara at gera munin, soleiðis at hetta harðrenda og karráa einaræði møguliga stendur fyri falli – kanski ikki í hesum umfari, men so næstu ella triðju ferð. Meðan hetta demokratiska stríð harðnar í gøtunum í Myanmar, sita vesturlensku fólakræðini sum vant hendur í favn og líta óvirkin at, hvussu leikur fer.

 

Sosialurin