Sum væntað fingu Sosialdemokratarnir yvirborgarstjóran í Keypmannahavn, har Ritt Bjerregaard var tann stóri sigursharrin. Harafturat eydnaðist tað flokkinum at vinna borgarstjórasessin í Århus aftur, eftir at Vinstri hevur havt hann seinastu árini. Eisini í Aalborg heldur sosialdemokratiski borgarstjórin fram, og í Vejle og Horsens eiga Sosialdemokratarnir nú borgarstjóran. Ein smeitur var tað tó, at flokkurin misti borgarstjóran í Odense, sum fór til Konservativa Fólkaflokkin. Javnaðarflokkurin fekk 34,3 prosent av atkvøðunum í gjár, meðan tann stóri kappingarneytin,Vinstri, fekk 27,5 prosent. Hetta merkir, at Javnaðarflokkurin gjørdist tann stóri sigursharrin við eini framgongd uppá 25%. Umframt teir tríggjar stórbýirnar Keypmannahavn, Århus og Ålborg vann Javnaðarflokkurin eisini Kolding, Horsens, Roskilde, Vejle, Næstved, Viborg og Hillerød. Hetta er sera áhugavert ikki minst tí Hillerød liggur í konservativu háborgini, Norðursæland.
Hinvegin rakk Javnaðarlokkurin ikki at aðalmálinum, sum var at vinna borgarstjórasessirnar í fýra av teimum størstu býunum í landinum við tað, at flokkurin sum nevnt misti Odense á stokkinum. Hóast tepra úrslitið í Odense er rákið púra klárt: danir eru við at gerast troyttir av Vinstra og tess sera liberalistiska og marknaðarvenda politikki. Danir eru troyttir av egoismuni í politikki. Danir eru troyttir av, at Danmark ongan uttanríkspolitiskan profil hevur, men bert so at siga automatiskt leggur seg í kjalarvørrin á USA. Henda uttanríkispolitiska kósin kann, sum frá líður, gerast sera vandamikil fyri Danmark bæði so og so.
Nú er so spurningruuin, hvørjar avleiðingar kommunuvalið fær fyri danskan politikk. Tað er lítið at ivast í, at forsætisráðharrin, ið er tikin úr leikum sum taktikkari, fer at umhugsa sín politikk og sínar ráðharrasessir. Tað kann væl henda, at vánaliga úrslitið fer at kosta nøkrum ráðharrum høvdið og í hesum høpi er innanríksráðharrin í vanda. Lars Løkke Rasmussen hevur havt høvuðsábyrgdina av valstríðnum og hevur verið stand in fyri Fogh á mestum øllum valfundum í ølum valdømum. Hann hevur eisini lagt valstrategiina, sum miseydnaðist fullkomuliga. Eisini fer Fogh at endurskoða innanríkispolitikkin. Tað er hugsandi, at valúrslitið fer at ávirka Danska Fólkaflokkin, ið helst fer at seta stjórnina undir enn harðari trýst. Javnaðarflokkurin hevur nú fingið góðan byr og úrslitið var ein sigur fyri Ritt og Helle og spennandi verður at síggja, um tær fara at megna at halda ferðini heilt fram til næsta fólkatingsval.
Sosialurin