Grønlendsku flokkarnir eru vælnøgdir, men í Danmark er danski fólkaflokkurin hart ímóti, tí flokkurin heldur Grønland fáa í posa og í sekk. Sami flokkur hevur boðað frá, at hann heldur, at grønlendska tjóðin eigur einki í landnyrðingspartinum av Grønlandi, har hildið verður, at nógv ríkidømi er í undirgrundini. Flokkurin byggir støðu sína á hetta, at verandi inuit í Grønlandi ongantíð hevur bygt landnyrðingsgrønland, og tí eigur Danmark hendan partin av grønlendsku oynni. Grundgevingin er, at danir við síni hernaðarligu hjáveru hava vunnið sær rættin til økið. Konservativi flokkurin í Danmark heldur hesi sjónarmið vera so áhugaverd, at flokkurin krevur løgfrøðiligar og søguligar kanningar til tess at eftirkanna, um nakað er um alt hetta. Hetta fær okkum at minnast púra órímuligu krøvini Bretland setti okkum í marknatrætuni, m.a. tí vit vóru so fá. Har hildu vit fast, og Stórabretland mátti boyggja seg. Sama eiga okkara grønlendsku grannar fyri norðan at gera. Standa fast við sítt land og síni rættindi.
Nógv innan ríkisfelagsskapin sum uttanfyri hendan felagsskap undrast á hesa støðu og spyrja, um hetta í roynd og veru ikki er gamalt hjálanda hugagóðs, sum her flotnar upp. Tað er tó eingin vandi fyri avtaluni ella sjálvstýrismálinum, tí stórur meiriluti er fólkatingi so væl sum í landstinginum fyri semjuni. Semjan er knýtt at sjálvstýrisuppskotinum, sum fer til fólkaatkvøðu í Grønlandi til heystar. Semjan og sjálvstýrisuppskotið geva onga ábending av politisku lagnuni í eini framtíð, sum liggur longur úti enn sjálvt sjálvstýrisuppskotið og undirgrundarsemjan. Tað er tó lítið at ivast í, at verða sjálvstýrisskipanin og undirgrundarsemjan til gagns fyri grønlendska búskapin, tjóðina og fyri politisku skipanina sum heild, so fer Grønland at flyta seg móti loysing frá Danmark.
Sosialurin