Fyri fyrrverandi danska forsætisráðharran Nyrup Rasmussen var valið ein rættilig politisk uppreising í og við, at hann tykist at sláa øll donsk met í persónligum atkvøðum, og við hesum er EU valið samstundis eisini ein dyggur politiskur smeitur fyri donsku stjórnina. Vinstra, sum er flokkur forsætisráðharrans, fer úr fimm niður í tríggjar tinglimir. Hin stóri taparin er junirørslan, har ráðgevin hjá norðatlantsbólkinum, Jens Peter Bonde verður einsamallur tinglimur. Sostatt er valið til ES tingið ein sonn vanlukka fyri junirørsluna og sama er at siga um fólkarørsluna móti ES, sum somuleiðis bert fekk ein tinglim. So er spurningurin, um alt hetta merkir, at danir veruliga hava tikið ES til sín og mótstøðufólkini eru givin á hondum.
Tað er lítið at ivast í, at valið er ein álvarsamaur hvøkkur fyri donsku stjórnina. Valið gevur eina ábending um, at donsku veljararnir eru um at troyttast av tí politisku kós, sum danska stjórnin rekur. Hinvegin merkir hetta, at Fogh fer at royna at sita í forsætisráðharrasessinum so leingi sum møguligt, tí eitt fólkatingsval vildi verið ein vanlukka fyri Venstre so væl sum fyri DF. Hetta merkir so aftur, at vit sleppa undan einum fólkatingsvalstríði her í Føroyum, og tað er kanska ikki so galið, tí eitt fólktingsval í hesum árinum hevði ivaleyst virkað sera órógvandi uppá føroyskan poltikk í einum tíðarskeiði, har samgongan hevur brúk fyri arbeiðsfriði skal hon fóta sær.
Sosialurin