Ásannast má, at tað er í tøkum tíma, at journalistar og teirra arbeiðsgevarar taka hetta málið upp. Allir partar eru samdir um, at eitt nú føroyska málið í bløðum og loftmiðlum treingir til eina køna og bøtandi hond. Málbrúkið í fjølmiðlunum er helst tað mest eygsýna økið, har tørvur er á eftirútbúgving. Men her eru onnur øki við. Journalistikkur snýr seg um annað enn at duga gott føroyskt mál. Snýr seg eisini um okkara journalistiska handverk og alt tað, sum hongur uppi í hesum. Journalistar hava eins og øll onnur brúk fyri at menna seg og støðugt at gerast betri í sínum dagliga starvi. Hetta kann vera eitt sindur trupult í einum lítlum landi við einum so avmarkaðum starvsfólkahópi sum journalistarnir eru. Harfyri eiga vit ikki at gevast í forhond, men taka málið í størsta álvara. Vit, ið starvast í hesum yrkinum, eiga at taka til okkum tær atfinningar, ið eru frammi. Á fimti ára degnum hjá Kringvarpinum var bæði rís og rós. Lat okkum taka konstruktivu atfinningarnar til okkum, ikki bara tey, sum starvast í loftmiðlunum. Men lat okkum samtíðis seta myndugleikunum tað náttúrliga krav at skipa fyri eftirútbúgving í fyrstu atløgu og grundleggjandi fjølmiðlaútbúgving í øðrum umfari.
Tað er nú staðfest, at breið semja er um, at føroyskum journalistum tørvar førleikamenning yvir ein breiðan kamb, tað veri seg føroyskt mál, journalistikk sum heild og kunnleika til samfelagið og samfelagsins mekanismur. Tað er nú tikið stig til eitt felags átak mótvegis myndugleikunum. Hetta skuldi ikki verið nakað stórt ella trupult mál. Tað er bert at áleggja Fróðskaparsetrinum at fara undir eftirútbúgving av fjølmiðlafólkum. Vit hava longu, sum er, ein part av lærarunum á Føroyamálsdeildini og Søgu- og samfelagsdeildini. Teir lærarar, sum vit ikki hava, kunnu vit fáa uttaneftir. Nú er nóg mikið tosað – latið okkum nú fara til verka. Ein betri útbúgvin journalisthópur kemur at gagna øllum samfelagnum. Tað eigur tó ikki at verða steðgað við eftirútbúgvingini. Næsta stig eigur at vera ein føroysk journalist ella fjølmiðlaútbúgving á Fróðskaparsetrinum.
Sosialurin