Oddagrein: Fyrsta røðan

Løgmansrøðan í gjár er sjálvsagt áhugaverd bæði tí, at hon er fyrsta røða hjá Kaj Leo Johannsesn og tí, at samfelagsligu umstøðurnar eru sum tær eru við tað, at heimsfevnandi fíggjar- og búskaparkreppan nú eisini av álvara er farin at bera við í Føroyum.

 

Røðan er sum sagt ikki sørt áhugaverd og nakað øðrvísið eitt nú við, at tað liggur ein framligur og glaðlyntur, mestum skótakendur dámur yvir tekstinum: Kreppan er ein avbjóðing, men vit fara sjalvsagt at megna hesa við at standa saman eitt nú tí ”tað finst ein megi, sum bindur okkum tættari saman, enn vit ofta gáa um, og tann megin býr í okkara hjørtum. Kærleikin til landið, tilknýtið til mentanina og tilvitanin um stríðið fyri at yvirliva á hesum oyggjum býr undir øllum, vit gera og er.”

 

Hartil hava vit vakstrarpakkan, sum longu er almannakunngjørdur og sum fer at økja um BTÚ við 1,3% í 2010 og 2% í 2011. Pakkin, sum nú ikki longur eitur kreppupakkin men Vakstra- og bygnaðarpakkin, fevnir um trý lið: virksemisskapandi átøk, sum skulu skapa arbeiði, rationaliseringar, sum skulu tryggja ein sunnan og skynsaman rakstur av okkara

samfelagi og bygnaðarbroytingar, sum tryggja ein sterkan og støðugan búskap sum frá líður.

 

Jú víst er hetta er bjartskygd tala og einki er at ivast í, at fólkinum tørvar bjartskygda talu í hesum døgum. Tað er eisini vanligt at statsmenn appelera til felagskap og samanhald í krepputíðum. Vit skulu bera byrðarnar í felag, lat so vera, at tær herðar, sum bera skulu eru ymiskar til breidd og styrki.

 

Tað er einki at ivast í, at Vakstrar- og keppupakkin fer at sera sín dám og politiska lívið hetta komandi árið. Um virksemisskapandi titøkini er stutt at siga, at tey longu eru samtykt og tí er sum so einki nýtt í teimum. Ein týðandi partur, nevniliga bankapakkarnir og útflutningskreditturin eru komin úr Danmark og kann serstakliga hesin partur fáa stóran týdning í eini tíð, hvar peningastovnarnir eru afturhaldandi við rakstrarfígging. Politiskt eru útflutingskrediturin áhugaverdur, tí hann er eitt slag av umvendari yvirtøku.

 

Tað er lítið at ivast í, at tað eru rationaliseringarnar og bygnaðarbroytingarnar í pakkanum, sum hava størsta áhugan í samgonguni. Alt bendir á, at ABC flokkarnir ætla at nýta høvið, sum kreppan gevur, at fremja nakrar tillagingar innan almenna sektorin, sum annars ikki lata seg fremja í vanligum tíðum. So vil tíðin vísa, hvørt hesir partar av pakkanum fyri tað fyrsta lata seg fremja og fyri tað annað, um teir gagna búskapinum, um teir lata seg fremja í verki. Tað verður ikki lætt politiskt, tí hesar rationaliseringar og tillagingar, so tiltrongdar tær ivaleyst eru, fara at ganga hart út yvir serstakliga veljarar Javnaðarfloksins, sum sostatt kann gerast tann flokkur, sum kemur at rinda hægsta prísin fyri pakkan. Livst so spyrst, men okkurt kundi longu nú bent á, at pakkin verður ikki samtyktur í óbroyttum líki. Samantikið er nógv áhugvert og ikki sørt nýtt í røðuni, og fara vit tí at venda aftur her við viðmerkingum til partar av fyrstu løgmansrøðu Kaj Leo Johannessens.

 

Sosialurin