ODDAGREIN: Goyma seg gloymdar

Seinastu vikuna er ymiskt farið fram á politiska pallinum, sum vert er at merkja sær. Løgtingið er farið í summarfrí, rættuligir brotasjógvar hava gingið um varaløgmann, ein veljarakanning er almannakunngjørd, og kvinnur úr trimum føroyskum flokkum hava verið á ráðstevnu í Grønlandi

Tað er uttan iva rætt, tá Løgtingsskrivstovan ger av, at hon bert rindar ferðaútreiðslur til fólk, sum eru vald á Føroya Løgting í slíkum føri, sum hesum. Tískil vóru tað bara Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum fingu umboð á ráðstevnuna, sum einastu flokkar, ið hava kvinnur valdar. Fólkaflokkurin var kortini so mikið at sær komin, at »teir« rindaðu sjálvir fyri sítt umboð, meðan Javnaðarflokkurin ikki vildi brúka pengar til hetta  ella onga kvinnu hevði at senda avstað?

Javnaðarflokkurin eigur løgmann. Tí er tað eisini ábyrgd Javnaðarfloksins, at eingin kvinna er í landsstýrinum. Tað er løgmaður, sum setir landsstýrisfólk, tí er ábyrgdin hansara. Javnaðarflokkurin eigur eisini landsstýrismannin í javnstøðumálum, og tí hevði tað sømt seg flokkinum at virt arbeiðið at fáa kvinnur virknar í politikki, men her lekur millum teori og praksis.

Veljarakanningin, sum Sosialurin kunngjørdi hósdagin, man hava verið herskin biti hjá Javnaðarflokkinum eisini. Løgmaður sigur, at tað er tungt at bera lessið, meðan John Johannessen sigur, at teir hava svikið vallyftini. Helst hava báðir rætt. Men tað er mangan ilt at fáa greiðu á, hvat Javnaðarflokkurin heldur um dagsins politikk. um tú ikki situr heima framman fyri skíggjan og lurtar, so fært tú einki at vita, tí tingmenn Javnaðarfloksins luttaka ikki í almenna orðaskiftinum. Tað eru vikur ímillum, at tú sært onkran teirra skriva í bløðunum. Her kundu tingmenn Javnaðarfloksins lært av eitt nú sambands- og tjóðveldisfólki, sum altíð og støðugt eru virkin í almenna kjakinum.