ODDAGREIN: Hatta var lorkut, løkke

Tað var sum at stíga langt aftur í tíð­ina, tá vit miku­kvøld­ið hoyrdu Lars Løkke Ras­mus­sen, for­sæt­is­ráð­harra, í út­varpinum boða frá, at um Før­oya Løg­ting sam­tykk­ir stjórn­ar­skip­an­ar­upp­skot­ið, sum all­ir flokk­ar hava tikið undir við, so var loys­ingin byrjað.

Sikkin nakað slutur og vrøvl. Hvussu kann ein stjórn­ar­leið­ari í Dan­mark finna upp á at siga slíkt? Hann veit væl, at Føroya fólk ikki vil hava loys­ing. Hann veit væl, at tað bara er ein flokk­ur, sum hevur loys­ing­ina sum stevn­u­mið - og tað er tá als ikki vist, at øll í Tjóðveldi taka und­ir við loys­ing. Tí er loys­ing­in sum hugtak nakað sum er farið í bak­grund­ina - eisini hjá Tjóðveldi.

Men tað merkir ikki, at før­oy­ing­ar ikki ynskja meira sjálvræði. Og hví skal tað vera í and­søgn til ein rí­k­is­fel­ags­­skap, at fólk­ið í Før­oy­um setir nakrar treytir fyri, hvussu viðurskiftini í hesum land­i­num skulu skipast? Hví skal tað vera ein trup­ul­leiki, at fólkið í Før­oy­um sjálvt vil gera av, hvørja stjórn­ar­skip­an vit hava?

Danskir forsætisráð­harrar hava tos­að við einari tungu í nógv ár. Allir sum ein siga, at um før­oy­ing­ar vilja hava loys­ing, so fáa teir loys­­ing. Hetta hevur Lars Løkke Ras­­mus­­sen eisini sagt. Tí var tað, sum hann segði mikudagin, ikki klókt. Tað er heldur ikki taktiskt ella pol­it­iskt korrekt. Okey, kanska tað er ein roynd at hjálpa Sam­bands­flokk­in­um - ella onkrum veingi í Sam­bands­flokk­i­num. Men tað er heldur ikki klókt.

Føroyingar hava í meira enn 100 ár togast um ríkisrættarligu støð­una. Hetta hevur havt við sær, at politiska skipanin ikki hev­ur fung­er­að - og framvegis ikki fungerar, tí flokk­ar og hugsjónir eru býtt sund­ur eftir hesum destruktiva leist­i­num - fyri ella ímóti Danmark. Van­lig­ur blokk­poli­tikk­ur, sum vit kenna tað úr øðrum lond­um, er púra ó­hugs­andi her hjá okkum. Í flestu lond­um er valið so einfalt. Reytt ella blátt, borgarligt ella sos­i­al­demo­krat­iskt.

Ein semja um stjórnarskipanina hevði ver­ið kær­kom­in. Hon hevði gagn­að all­ari tjóð­ini - ja øll­um rík­i­num. Spell at ein for­sæt­is­ráð­harri soleiðis skal leggja seg út í inn­an­hýs­is før­oysk­an pol­i­tikk. Men løg­ting­ið skal bara standa við sítt. Tað er pol­i­tikk­ur. Tað ger einki, sum stjórn­ar­skip­an­arlógin ikki samsvarar við grund­lóg­ina. Tað er als ikki neyðugt - tí tað ger heima­stýr­i­s­lógin heldur ikki. Soleiðis er politikkur, hann kann mýkja. Politikkur er jú at vilja broytingar.