Oddagrein· Áhugaverdar sendingar

Sjónvarpið hevur í seinastuni havt fleiri áhugaverdar føroyskar sendingar á skránni, nakað, ið vit hyggjarar fegnast um, nú tað føroyska innihaldið tíverri oftani fyllur ov lítið í mun til alt tað útlendska.

Ymisk lív og Bygdarlív eru sendingar, sum hava stóran hyggjaraskara, tí hesar snúgva seg um mannalagnur og um tað ríka lív, ið finst úti kring oyggjarnar. Gott í tykkum, tí føroyskir miðlar eru í ov stóran mun Havnarmiðlar. Her eiga vit øll at taka í egnan barm. Oftani fyllur tað, ið fer fram í høvuðsstaðnum sera nógv. Tað kann til tíðir kennast sum, at man hevur gloymt, at tað finst ein verð uttan fyri Havnina. Men umrøddu sendingar fløva og er ein táttur sum Bygdarlív sera kærkomin.

Tað hendir seg eisini, at sjónvarpið setir á skránna sending um aktuell evni, og tað hevur leiðslan so valt at gera í kvøld. Evnið hesaferð er oljan og Føroyar. Hugt verður aftur í tíðina, tá oljutilgongdin fór av bakkastokki við avtaluni um undirgrundina. Hetta var í 1991, tvs. fyri fimtan árum síðani. Nógv er hent hesi ár og boraðir eru fimm brunnar.

Tað kann tykjast rætt, at spurnartekin verður sett við, um tað í heila takið finnast kolvetni í her, tá teir fimm fyrstu brunnarnir eru meira ella minni turrir. Hinvegin mugu vit eisini vera realistisk og staðfesta, at soleiðis er oljuleiting nú einaferð, serliga tá váðin er so stórur sum í einum heilt nýggjum leitiøki. Meira enn 30 brunnar vóru boraðir í Norra og meira enn 70 vestan fyri Hetland, áðrenn lønandi fund vórðu gjørd. Tú krevur at bora nógvar brunnar fyri bæði jarðfrøðiliga og tøkniliga at búna og menna eitt heilt nýtt øki sum okkara.

Longu nú hava vit fingið nógva vitan, sum aftur kemur komandi boringum væl við. Og tað, sum hendir hinumegin markið í løtuni, á Rosebankleiðini, er avgjørt nakað, sum kann gagna okkum. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum Chevron hevði neyvan gjørt millardaíløgu í boriskip og boripall til nettupp Atlantsmótið, um tað ikki trúði uppá, at her eru møguleikar. Hóast vit eru spent, so eiga vit eisini at kunna sláa kalt vatn í blóðið. Og hesi bæði eiga eisini at kunna ganga hond í hond. Annað er ikki at gera enn at vísa tol og seta okkara álit á oljufeløgini og myndugleikarnar, at hesi finna rætta stevið í framtíðíni eisini.

Sosialurin