Oddagrein· Hvør heldur eyga við hvørjum?

Fíggjarmálaráðharrin meldaði út herfyri , at framyvir skulu øll ráðini mánaðarliga játta yvirfyri Gjaldstovuni, at nýtslan undir ráðunum er rímilig í mun til játtanina. Hetta er ikki nakar nýggjur tanki úti í Fìggjarmálaráðnum, men nú sær út til, at tað hevur eydnast at fingið ein landsstýrismann at føra hetta út í lívið.

Verandi játtanarskipan er merkt av misáliti. Stovnsleiðarar og stjórnaráð verða viðfarin sum børn, og úrslitið er hareftir. Hygg til dømis eftir hvussu landið keypir inn í stórum við ársenda. Hetta gera stovnsleiðarar, tí at vanligt er, at teir missa av játtanini árið eftir, um ikki hvør króna verður brúkt.

 

Hóast skipanin tykist margháttlig, so sær ikki út, sum bati er á veg. Heldur hinvegin, so ætlar ein at ómynduggera stjórnarráðini eitt sindur meiri enn í dag, og harvið vísa eitt sindur klárari, at Fíggjarmálaráðið trýr uppá skipanir, sum taka initiativ frá fólki. Hvat er incitamentið hjá einum stovnsleiðara at spara, um hann bara fær uppaftur minni játtan í næsta ár afturfyri? Hvør er motivatiónin hjá einum stovnsleiðara at optimera raksturin og velja tey bestu amboðini, tá Fíggjarmálaráðið veit best og vil sleppa at diktera í detaljum heldur enn við generellum krøvum um, hvørji amboð skulu nýtast?

 

Veruligi trupulleikin við fíggjarlógini er ikki fíggjarstýring. Veruligi trupulleikin er politiskt undirbudgettering og ov nógv toppstýring, og tað finst eingin skipan til at rætta uppá tað. Tað skal politiskur ryggur til. Okkum tørvar ein landstýrismann í fíggjarmálaum, sum torir at seta spurnatekin við disponeringarnar í figgjarmálaráðnum farnu árini. Okkum tørvar ein landsstýrismann sum torir at útdelegera til stýrini og kroysta ábyrgd og autoritet longur niður í skipanina, heldur enn at ómynduggera og centralisera.

 

Áðrenn landstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at menna KT skipanir hjá Gjaldstovuni, so eigur hann at upplýsa, hvat Fíggjarstýringsskipan Landsins hevur kostað at ment, og hvat hon kostar í árligum rakstri og umsiting alt íroknað. Hesi tølini eigur hann so at samanbera við tilsvarandi skipanir, sum verða nýttar aðrastaðnis. Hetta er ikki meir enn ein sjálvfylgja, nú fíggjarmálaráðharrin ætlar, at stýrini skulu standa skúlarætt fyri Gjaldstovuni mánaðarliga.

 

Eisini átti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at hugt eftir sínum egnu stovnum, fyri at vita, um ikki har verður brúkt ov nógv, ella um ikki onkur teirra er í so stórur í mun til fólkatalið. Landsstýrismaðurin sigur, at Gjaldstovan skal halda eyga við øllum tí almenna. Hvør skal halda eyga við Gjaldstovuni og Fíggjarmálaráðnum?

 

Sosialurin