ODDAGREIN: Ikki bert snakk – gerið nakað

Hugaligt at hoyra fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­an um viku­skift­ið seta knyklar í brýr yv­ir fyri bankunum, sum eru farn­ir alt ov langt við rekord høgum ó­maks­gjøld­um. Í Føroyum hava vit banka­duopol, so tað forslær, tí vit hava tveir bankar, sum altíð gera tað sama, sum al­tíð hækka rentuna í senn, og sum altíð til­feld­ig­vís hava somu ó­maks­gjøld.

Einaferð høvdu vit einar 20 bak­ar­­ar kring landið. Tá fann politiið út­­av, at teir høvdu av­tal­að prís­ir, og teir fingu dóm fyri kartellvirksemi. Vit hava tveir bank­ar, og tveir lítl­ar spari­kass­ar, og vit hava tvey olju­fel­øg. Hetta eru feløg, sum hvør før­oy­ing­ur er tvung­in til at brúka so ella so. Hó­ast Palli­­ba sær, at alt er av­talað spæl, so er eingin sum meld­ar hvørki bankar ella olj­u­fel­øg fyri at avtala prísir – og fyri kart­ell­virk­semi.
Tí er tað hugaligt, at hetta verður tik­ið upp í politisku skipanini. Somu pol­itisku skipan, sum fyri fá­­um ár­um síð­ani átti stóra Føroya Banka, men sum nú bara eigur ein triðing av Bank­Nord­ik. Hóast landið átti bank­an, so vóru eingi slík krøv at hoyra.
Men nú er at vóna, at menn sum Jørgen Niclasen, Høgni Hoy­dal og Hen­rik Old ikki bara eru skræv­u­gák­ar, sum stinga fingurin í jørðina fyri hoyra, hvat irri­ter­ar fólk beint nú, og so rópa upp um tað sama. Vís­ið tykk­um nú sum menn. Vís­ið at ann­að enn gabb er aftan fyri orð­ini.
Tað besta fyri føroyingin hevði ver­ið, um hann slapp undan træl­a­band­i­num, sum bank­ar­nir hava. Sjálv­andi var eis­ini gott, um olju­fel­øg­ini ikki høvdu sama hvørkratak, men við bank­u­num er tað so sára lætt, tí peng­ar kunnu flytast um int­er­net­ið, tað kann olj­an ikki. Ikki enn í øll­um før­um. Pol­it­ik­ar­ar­nir skulu tí bara syrgja fyri, at brúk­ar­in slepp­ur at velja, hvønn banka hann vil hava. Um ikki í øll­um heim­i­num, so bara í ríki­num, tað hevði ver­ið eina ris­a­vinn­ing­ur fyri brúk­ar­an, og so fingu vit tveir bank­ar í Før­oy­um, sum vórðu noydd­ir at kapp­ast und­ir veru­lig­um markn­að­ar­treyt­um, held­ur enn í einum heimagjørdum kart­el­l­markn­aði.
Kravið til politikararnar er ein­falt: Brúk­ið ikki bara orð! Vís­ið tað held­ur í gerð­um! Legg­ið eitt lóg­ar­upp­skot fyri tingið, sum tryggj­ar okk­um brúk­ar­um ver­u­ligt banka­frælsi fram um ta einvísu banka­eyð­ræn­ing, sum nú fer fram.