ODDAGREIN: Jóna Mortensen – og allir hinir

Nývalda sambandskvinnan á tingi, sum mátti ganga í seg sjálva og sletta síni sjón­ar­mið, fekk rætti­liga oyr­ini í mask­in­una mán­a­dagin, eftir at fleiri miðlar fóru eft­ir søg­uni um nýggja pol­it­ik­ar­ar­an, sum helt seg kunna sletta seg frá sínum grund­sjón­ar­mið­um, nú politiski veru­leik­in varð ein annar.

Politiskt er tað ikki serliga búgv­­­ið at sletta seg frá sín­um sjón­ar­mið­um. Eitt er, at Jóna Mortensen sum øll hini í sam­gong­uni má fylgja sjón­ar­mið­u­num hjá nýggja leið­ar­a­num í Før­oy­um, Jørg­eni Niclasen.
Men tað eru sanniliga nógvir menn, sum eru nógv størri svíkj­ar­ar, enn Jóna Mort­en­sen, sum »bara« er eitt var­a­fólk, sum held­ur ein løg­tings­essi heitan fyri ein lands­stýr­is­mann.
Hóast ting­fólk fyrst og fremst hava sína egnu samvitsku at halda seg til, so hava tey eisini flokkin og sam­gong­una – og tað er har, sum val­ið hjá Jónu Mortensen stendur. Sam­gong­an – og að­al­mál­ini hjá Fólka­­flokk­i­num – fram um hennara egnu sann­føring. So tá Jóna Mort­en­sen hev­ur sum hjart­a­mál at hjálpa sjúk­um og ó­hjálpn­um og at tryggja eldr­a­heim til borg­ar­ar nógv bet­­ur, enn Heð­in Mort­en­sen og Tórs­havn­ar Komm­una klára, so eru hetta bara nøk­ur hjarta­mál, sum í hes­um sam­gongu­høpi ger­ast lót­ir. Tí flat­skatt­ur­in hev­ur alt at siga. Flat­skatt­ur­in er legi­ti­mi­tet­uri­n hjá hesi sam­gongu. Utt­an flat­skatt­in, so er sam­­gong­an ikki til. So ein­falt er tað.
Men fyri føroyska veljaran hev­ur tað nógv størri týdn­ing, at til døm­­is Mið­flokk­ur­in og ser­liga Jen­is av Rana hev­ur svik­ið síni val­lyfti so eft­ir­trykk­i­liga. Her hava vit ein flokk og ein ser­liga mark­ant­an pol­it­ik­ara, sum hev­ur koyrt seg sjálv­an fram sum verja hjá teimum á niðastu rókum, og sum nú ger beint tað øv­ugta.
Gott nokk hevur Fólkaflokkurin svik­ið síni val­lyfti við at fara at sam­ráð­ast um hægri blokkstuðul. Men kenna vit Fólk­a­flokkin og Jørg­en Nicl­a­­sen rætt, so eru hetta bara lótir fyri at kyrra Kaj Leo Jo­hann­e­sen og Sam­­bands­­flokk­in aft­ur­­fyri, at Fólk­a­­flokk­­ur­in hev­ur fing­ið pol­it­isku leiðsl­una í Tinga­nesi. Tí Fólka­flokk­ur­in veit væl, at alt tos um hægri blokk er utopi. Vit sleppa at prís­tals­við­gera fram­yv­ir, og fáa so ein­ar 8-10 milliónir, sum hvørki gera frá ella til í tí stóra.
At Sjálvstýrisflokkurin er ein stokk­kon­serv­a­tiv­ur sam­bands­flokk­ur beint nú, tað er ikki so løg­ið, tí flokk­ur­in hev­ur so mang­an víst sítt pol­it­i­ska skitso­freni við skift­andi fólk­um, sum koma drússandi úr yms­um flokkum.
Jú, í samgonguni eru sannliga menn, sum hava svik­ið nógv meira enn Jóna Mort­en­sen.