Tað er løgið, at eingin politikari úr andstøðu ella samgongu hevur tikið hetta mál upp. Hetta er álvarsamt. Tað ber jú ikki til, at eitt nú Fíggjarmálaráðið og stovnarnir harundir seta hægri krøv til borgaran, enn hesir stovnar seta sær sjálvum. Skal borgarin fylgja einari avgerð hjá Skatta- og Avgjaldskærunevndini, so skal TAKS, sum Toll og Skatt nú eitur, sjálvandi eisini.
Harafturat, so er hetta ikki eitt einfalt mál, um at MVG er skeivt útroknað. Her er talan um eina innkrevjing, sum eftir øllum at døma er framd í heimildarloysi, og tí eigur Fíggjarmálaráðið at útgjalda peningin aftur til øll tey, sum hava keypt bil í umrødda tíðarskeiði. Onkur vil meina, at ein fyrispurningur á tingi var uppá sítt pláss, so borgarin visti, hvar hann fleyt. Tað er ov seint til tað. Tað er uppá tíðina, at Tingið sjálvt sigur Fíggjarmálaráðharranum, hvar borgarin flýtur.
Fyrst og fremst, so eigur ábyrgdin at plaserast fyri hetta mistak bæði politiskt og umsitingarliga, og so má borgarin fáa sínar pengar aftur við einari umbering, óansæð hvussu nógv tíð er fráliðin. Tað kann ikki góðtakast, at TAKS (Toll og Skatt) krevur pengar inn í heimildarloysi. Tað er tað, sum talan er um sambært Skatta- og avgjaldskærunevndini, og hesum kunnu avvarandi myndugleikar ikki liva við. Sagt hevur verið, at hetta kann koma at kosta landskassanum 125 milliónir. Hetta er skeiv tulking. Um ein av órøttum tekur 100 krónur og rindar tær aftur til rætta eigara, so hevur tað ikki kostað viðkomandi eitt klovið oyra. Tað er tað, sum hetta snýr seg um. Tað er púra ókeypis at lata nakað aftur, sum ein ikki átti at havt í fyrsta lagi.
Sosialurin