ODDAGREIN: Kunnu taka sjey milliardir út

Kjakið um útlendskan ognarlut í før­oysku fiskivinnuni fyllir nógv í samfelagskjakinum í Før­oy­um. Vit hoyra javnan pol­it­isk­ar út­meld­ingar um, at vit eiga at lóggeva út­lend­ing­ar úr fiskivinnuni.

Kortini er tað púra alment, at út­­lend­ingar eru sera aktivir í før­oyskari fiskivinnu gjøgnum strá­menn.
Í sambandi við kjakið um til­feing­is­gjald og um stóra vinningin í upp­sjóv­arvinnuni, er kjakið um út­lendingar í vinnuni eisini aktuelt.
Jákup Jacobsen, stjóri á Varð­a­num í Gøtu, segði við Norð­lýsið um viku­skiftið, at um bú­skap­ar­frøð­ing­ar við eini politiskari dagsskrá – sum Kári Petersen – halda fram við at leggja eftir vinnuni, so verður einki annað at gera, enn at selja.
– Og tá skal eingin lærdómur til at siga fólki, at tað bara verða út­lend­ingar, sum hava ráð at keypa.
Altso ein beinleiðis hóttan frá ein­um av stóru aktørunum í upp­sjóv­ar­vinnuni um, at finna teir tað fyri gott, so selja teir. Og tað verður fyri so nógvar pengar, sum eingin før­oy­ing­ar megnar at keypa.
Verður tað soleiðis, at teir, sum í dag hava veiðiloyvini, fara at selja hesi loyvi fyri ovurhonds stórar upp­hæddir, so verður ringt skil hjá teim­um, sum tá skulu reka vinnu. Tá verð­ur øll vinnan so skuldarbundin, at eingin møguleiki er til vinning.
Vit hava sæð, at skipini verða seld fyri fleiri ta upphædd, sum ver­u­liga virði er. Í veruleikanum er tað veið­i­loyvi, sum verður selt – og tað fer til tann, sum fer úr vinnuni. Tað vil siga, at nýggir aktørar í vinnuni mugu gjalda eitt ovurhondsstórt til­feing­i­s­gjald. Men tað verður ikki gold­ið til almennu Føroyar, sum eiga loyv­ið – men til tann reiðararan, sum fer úr vinnuni.
Tað er hetta, ið fleiri ikki halda vera rætt.
Tilsamans eru einar 6-700 mill­i­ón­ir goldnar í slíkum tilfeingisgjaldi – sum altso er goldið til eigarar av skip­­um. Og part­ur­in til almennu Før­oy­ar – sum eigur fiskatilfeingið – er null krón­ur.
Men støðan kann gerast enn verri. Sum búskaparfrøðingurin vís­ir á í blaðnum í dag, so er einki, sum forðar teimum, sum í dag eiga skipini, at selja tey fyri sjey milliardir krónur og harvið verður samlaða skuldin hjá fiskivinnuni einar níggju milliardir krónur.
Tað bendir so ikki á, at politiska skipanin hevur skapt nóg tryggar karmar kring vinnuna.
Um tað í staðin verður landið, sum sleppur at selja hesi rættindi kundi hvørt húski í landinum – sam­bært bú­­skap­­ar­­frøð­­ing­­inum ­– fing­ið 2.500 krónur í skattalætta um má­n­að­in.