Á jólum eru vit saman við skyldfólki og vinum, og vit gleðast yvir at kunna halda jól saman við okkara kæru. Og vit minnast tey av okkara, sum eru farin og ikki longur eru okkara millum. Hetta er vakurt og gott. Jólini eru fram um alt barnanna hátíð. Børnini gleðast allan desembur mánað til jólini, og vit, sum eru komin upp í árini, gleðast við teimum. Lat so vera, at jólini eru merkt av nógvum vasi og ikki sørt av strongd. Hetta kann tó ikki og eigur tó ikki at køva jólagleðina hvørki hjá børnum ella vaksnum.
Vit kunnu nýta jólahátíðina til at fegnast um og verða takksom fyri, at vit liva í einum landi við friði og stórum persónligum frælsi. Tað eru minni enn so øll menniskju úti í heimi, ið eru eins heppin og vit. Okkara tankar eiga eisini at leita til hesi okkara medmenniskju um jólini og eiga vit at halda fram við at sýna tað hjálpsemi og tann altjóða samhuga, sum vit føroyingar eru vorðnir kendir fyri. Klandur og stríð eyðkenna heimin í dag, og kríggj og yvirgangur eru dagligur kostur víða hvar. Teir, ið ráða fyri borgum í heimsins stórveldum eru ikki sinnaðir at loysa trætur og trupulleikar við politiskum amboðum. Í staðin verður tikið til vápnini, og konfliktirnar verða loystar við valdi í staðin fyri við friðarligum og siviliseraðum samskifti. Okkara lítla verð hevur nakað av tí sama: tónalagið á tingi er persónligt, óneyðuga harðligt og ósemjiligt. Hetta er ikki gott fyri fólkaræðið, ið byggir á sínamillum virðing og á virðing fyri annans sjónarmiðum. Kanska kundu tingmenn nýtt jóladagarnar til at umhugsa, hvussu teir kunnu vera við til at hækka støðið á orðaskiftinum.
Tað ber annars longu nú móti ljósari tíðum og við ljósinum koma vónir og lív. Føroyar eru eitt land við ríkum møguleikum. Her býr eitt raskt og vælútbúgvið fólk, so vit skuldu havt allar møguleikar fyri at kunna skapa og menna eitt samfelag, har fá hava ov mikið og færri ov lítið. Hetta er nakað øll eiga at hugsa um og serstakliga at umhugsa, hvussu hvør í sínum lagi kann gera sítt til, at Føroyar gerast eitt enn betri land at liva í. Alt hetta kunnu vit nýta jóladagarnar til at hugsa um. Við hesum fara vit at ynskja lesarum okkara, viðskiftafyritøkum og øllum Føroya fólki eini gleðilig jól.
Sosialurin