ODDAGREIN: má koma leigarum til góðar

Hósdagin fer Løgtingið at við­gera upp­skotið hjá lands­stýr­is­mann­i­num í fíggj­­ar­mál­um t­il løg­tings­lóg um broyt­ing í løg­tings­lóg um meir­virð­is­gjald. End­a­mál­ið við lóg­ar­upp­skot­i­num er sam­bært lands­stýr­is­mann­i­num at røkka nøkr­um bú­stað­ar­pol­it­isku málu­num hjá sam­gong­uni við at javn­seta eig­ar­a­í­búð­ir við leig­ar­a­í­búð­ir og so­leið­is minka um trup­ul­leik­an við fólka­frá­flyt­ing­ini, sam­stund­is sum virk­sem­ið í bygg­i­vinn­uni verð­ur stimbr­að.

Hetta ljóðar sum góð tíðindi, tó at vit hava hoyrt somu plátu so mang­an fyrr. Trup­ul­leik­in hev­ur bara ver­ið, at tað ong­an­tíð er bliv­ið til meira enn snakk. Men tað sig­ur seg sjálvt, at veru­lig til­tøk mugu set­ast í verk, um broyt­ing­ar skulu ger­ast í út­boð­num av bú­stað­um – ser­liga tá tal­an er um leig­u­bú­stað­ir. Men grundgevingarna tykjast eitt sindur leysar, tá landsstýrismaðurin ikki kann siga, hvussu henda mvg-frítøka kemur brúkaranum – leigaranum tilgóðar. Tað er ikki byggiprísurin á íbúðarbygningum, sum áseta leiguprísin í Havn.

Í kjakinum um fólkavøkstur og fólkaflyting og um, hví ­før­oy­ing­ar ikki koma heim­aft­ur eft­ir lokna út­búgv­ing utt­an­lands, eru bú­stað­armøguleikarnir m­ang­an nevnd­ir sum or­søk. Hesa grund­gev­ing nýt­ir lands­stýr­is­mað­ur­in eis­ini í grund­gev­ing­u­num til upp­skot­ið.

Tað er gott, at politisk stig verða tik­in til at fjøl­tátta bú­stað­ar­markn­að­in í Føroyum.

Lands­stýr­is­mað­ur­in sig­ur í við­merk­ingum til upp­skot­ið, at tað tó ikki bert er eitt bú­stað­ar­pol­it­iskt til­tak. Upp­skot­ið er eis­i­ni eitt kon­junk­tur­pol­itiskt til­tak. Hann vís­ir á, at vøkst­ur er í høv­uðs­vinn­uni og tæn­astu­vinnu­ num­, men tað hev­ur ging­ið held­ur strilt­ið at fáa vøkst­ur í aft­ur bygg­i­vinn­una síð­an ógv­us­ligu aft­ur­gongd­ina í­ 2008. Hann stað­fest­ir, at brúk fyri kon­junk­tur­til­tøk­um, ið eft­ir rætt­i­liga stutt­ari tíð kunnu økja um heim­liga virk­sem­ið og sam­stund­is loysa aðr­ar upp­gávur, sum sam­gong­an hev­ur sett sær fyri at loysa utt­an at hava við sær stór­veg­is fíggj­ar­lig­ar av­leið­ing­ar fyri lands­kass­an.

Spurn­ing­ur kann tí kanska set­ast við, hví lands­stýr­is­mað­ur­in ynsk­ir at tíð­ar­av­marka hetta til­taki, um tað er so gott fyri at fáa ein fjøl­tátt­að­an bú­stað­ar­markn­að.

Størst­an týdn­ing hev­ur tað tó, at pol­it­isk stig verða tik­in. Av­bjóð­ing­in verð­ur so at tryggja, at spar­ing­in hjá byggi­harr­u­num, sum sleppa und­an at rinda mvg, kem­ur leig­ar­unum til góð­ar í síðsta enda.