Oddagrein· Magni Laksáfoss effektin

Rættuligur røringur er á politiska leikpallinum í løtuni. Ikki meira enn hevur ódnin Dean lagt seg, øtlar hann politiska veðrið í Norðuratlantshavi. Løgmaður roynir sum vera man at slætta sjógvin. Hvussu hetta fer at eydnast vita vit ikki við vissu, tó at seinasta útmeldingin var tann, at nú er aftur semja í samgonguni. Um hetta bara var fyri at sissa Jørgen Niclasen, sum hongur í klønum tráð, um Føroyar verða eitt valdømi, skal vera ósagt.

Orsøkirnar til politiska ódnarveðrið eru tvær: mongu útmeldingarnar hjá Magna Laksáfoss, sum hava sett kílar í landsstýrissamgonguna, samtíðis sum tær hava verið sera væl móttiknar millum manna og ikki minst í Sambandsflokkinum – og so útspælið hjá øðrum sambandsmanni, Edmundi Joensen at gera Føroyar til eitt valdømi. Tvs. at tað eru útspæl og útmeldingar frá tveimum týðandi sambandsmonnum, sum eru orsøkin til tann røring, sum hevur tikið seg upp.

 

Við øðrum orðum er talan um profilering av einum av samgonguflokkunum, sum í longri tíð ikki hevur verið so heppin og sjónligur á politiska pallinum. Hóast tað er sum tingformaður, at Edmund Joensen leggur uppskot fram, so kemst ikki uttan um, at hann er týðandi partur av flokkinum. Eitt úrslit av hesum kann gerast, sum eisini veljarakanning hjá Dimmalætting vísir, at stóri vinnarin til eitt komandi val verður Sambandsflokkurin. Hann gongur undan at fáa eitt valdømi, sum meirilutin av fólkinum vil, og hann gongur undan at steðga yvirupphitingini, har Sandoyartunnilin er ein partur, sum eisini meirilutin av fólkinum vil. Vit kunnu ikki siga annað enn, at kortini eru væl spæld út og timað, tó at eisini tilvildin er at finna. Eingin loyna er tað heldur, at nógv av tí, sum ML nú førir fram, eisini er í tráð við politisku hugsaninar hjá fyrrverandi sambandshøvdinganum.

 

Nógv bendir á, at tað verður Sambandsflokkurin, sum eftir valið, fer at leiða samráðingar um at skipa eitt landsstýri. Hann vil helst í samgongu við Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tað eru sterkar kreftir í B og C, sum halda, at Fólkaflokkurin eigur at taka eitt tørn í andstøðu. At B og C megna betri at reka fiskivinnupolitikk og fáa eina eftirlønarskipan upp at standa. Men tað er eisini hugsandi, at Tjóðveldisflokkurin kundi lagst aftrat B og C, um formaðurin vísir størri konsensusvilja. Vit síggja eisini fyri okkum eitt kanónval hjá ML, sum tá kann rudda slóð til formanssessin, og harvið kann snúningspunktið fyri komandi samgongur, um vit vilja tað ella ikki, koma at gerast Magni Laksáfoss. Nakað, sum hóvar EJ og nakað, sum verandi formaður verður noyddur at taka til eftirtektar.

 

Sosialurin