Soleiðis kvøður yrkjarin Jens Eli Ellefsen um heimbygd sína Miðvág, sum verður vertur fyri eina ta seinastu summarstevnuna í ár. Tað er ikki løgið, at yrkjarin er góður við hesa hugnaligu og vøkru gomlu bygdina, sum longu varð bygd í landnámstíð. Bygdin liggur vakurt við sand og vág millum hinar báðar stóru bygdarinar Sørvág og Sandavág.
Seinasta summarstevna, har tjóðarítrótt okkara kappróðurin er við, fyri Ólavsøku verður Vestanstevnan í Miðvági. Vertsbygdin er bygd í góðari menning. Hart rakt, sum hon varð av kreppuni, hevur bygdin reist seg aftur, og hevur hon megnað at gerast eitt gott og dámligt búpláss, har tey ungu hava hug at seta búgv. Bygdaráðið ger nógv fyri trivnaðin og er hópur av grundstykkjum nú byggiklár.
Vágatunnilin hevur grundleggjandi broytt fortreytirnar fyri bygdasamfeløgunum í Vágum. Tunnilin hevur ómetaliga stóran týdning fyri vinnulív, útbúgving, arbeiðsmøguleikar og trivnað í oynni. Eitt, sum eyðkennir bygdirnar í Vágum, er samstarvið á mongum økjum. Miðvágur og Sandavágur hava felags skúla og ítróttarhøll, allar kommunurnar hava felags læknamiðstøð o.m. a. felags.
Miðvágur er gomul mentanarbygd og hevur hon fostrað nógv mentafólk. J.C. Svabo, Rasmus á Háskúlanum, Mikkjal á Ryggi, Òlivar á Ryggi, Móðir í Kálvalíð, Gudmund Brunn og mong onnur. Eisini í nútíðini hevur bygdin yrkjarar, tónaskøld og listafólk - eingin nevndur, eingin gloymdur. Miðvágur røkir væl síni fornminni og gestirnir hava høvi at vitja húsini, har Beinta búleikaðist í Kálvalíð. Hesi hús, ið eru eini tey elstu í Føroyum, eru í sera góðum standi. Eisini húsini á gomlu prestagarðsgrundini í Jansagerði eru vorðin partur av Miðvágs Fornminnissavni. Barnaheimið hjá Mikkjali á Ryggi er varðveitt og verður væl umsitið av Vága Dansifelag. Miðvágur varðar væl um síni minni. Á kirkjugarðinum stendur minnisvarði yvir sjólætnar og falnar í bjørgum og fyri stuttum er model av Nýggjaberg, sum fórst undir krígnum og nøvnini á manningini, sett upp í forkirkjuni.
Miðvágur hevur altið verið ein framburðsbygd. Hon hevur átt og eigur framvegis framskygd vinnulívsfólk og ellis- og røktarheimið, sum var hitt fyrsta nútímans røktarheim í Føroyum, er eitt stórt prýði fyri bygdina. Jú nú er bara hjá stevnmugestum at halda leiðina til Miðvágs. Sambandið er gott, fókið er blítt og nógv er at uppliva í hesi gomlu, søguríku bygd og tó so modernaðu bygd.
Sosialurin
Lít yvir Miðvágs bygd
einans her tú finnur ta trygd,
sum sløkkja hjartans longslu kann,
sum tær eymt í bamri brann