ODDAGREIN: Milliónir at spara í tinglønum

Politikarar fáa ofta skotið í skógv­ar­nar, at teir hava so góð setanar-, løn­ar- og eft­irl­øn­ar­við­ur­skifti, tí teir gera sjálvir av, hvussu nógv teir skulu hava og hvussu leingi.

Og tað er so. Politikaralønirnar eru kanska ikki so høgar, um bor­ið verður saman við lønir í topp­størv­um í vinnu­lívinum annars. Men tá tað kem­ur til frá­far­ing­ar­løn­ir og eft­ir­løn­ir eru heilt serlig viðurskifti gald­andi fyri politikarar.

Tað helt Kári P. Højgaard fyri tveimum árum síðani vera so órímuligt, at hann legði uppskot fram á ting um, at landsstýrismaður, sum fær fráfaringarløn og tekur sæti aftur á tingi, skal ikki fáa løgtingslønina, so leingi hann fær landsstýrislønina. Hetta uppskot hansara fall. Tingfólk plaga at kalla slíkt paraduuppskot, sum tingmenn koma við, tá tað passar teimum best, tá tað kann skaða onnur tingfólk og samstundis gera uppskotsstillaran populeran.

Nú er tað Kári P. Højgaard sum er í hesi støðu, at hann næsta hálva árið er hægst lønti landspolitikari í Før­oy­um, tí hann bæði fær løn sum lands­stýr­is­maður og sum løg­tings­mað­ur – eina løn upp á umleið 90.000 krón­ur, eins og skattafrí í­skoyti fyri at koyra til Havnar.

Men heldur hann tað ikki verða pass­andi at leggja uppskotið fram­aft­ur, tí »løgmaður arbeiðir við máli­num«.

Soleiðis snáka politikarar sær und­an at taka slíkar avgerðir, sum fyri teir eru óbehagiligar, tí tað merk­ir, at onkur teirra skulu hava minni í løn – tó at tað er fyri einki at gera.

Soleiðis fer Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen at brúka milllum tríggj­ar og fýra milliónir krónur at gjalda fólkum fyri ikki at sita í lands­stýr­i­num, samstundis sum tey fáa løn fyri at vera tingfólk. Av teim­um 17 fólkunum, sum hava sit­ið í landsstýrinum hjá Kaj Leo (nøkur hava sitið tvær ferð­ir), eru fimt­an teirra vald á ting. Tað merk­ir, at hesi tingfólk hava fing­ið góðar 1,8 milliónir krónur í ting­mann­a­løn, meðan tey hava fing­ið lands­stýr­is­mann­al­øn­. Teir pengarnir eru brúkt­ir. Men løgmaður kann spara skatt­a­pengar við at broyta hesa skip­an­ina beinanvegin. Tí ger hann tað, so kann hann spara 1,6 milliónir krón­ur, sum sitandi landsstýrisfólk fáa í ting­mann­a­løn, taka tey sæti á tingi með­an tey fáa fráfaringarløn í lands­stýr­i­num.

Hetta er dømi um alment oyðsl, sum kann spar­ast alt fyri eitt.