Tað sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur, við blaðið í dag. Hann hevur greinað tøl hjá fiskivinnuni, sum vísa, at útsøgning hjá Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra, um, at pengarnir arbeiða í vinnuni, als ikki passar. Sambært greiningini hjá Kára Petersen, so hava reiðarar tikið eina góða milliard úr fiskivinnuni sum vinningsbýti seinastu 10 árini.
Bara uppsjóvarvinnan hevur tikið 500 milliónir krónur út sum vinningsbýti seianstu fýra árini.
Framrokningarnar hjá búskaparfrøðinginum vísa eisini, at næstu fýra árini kunnu somu reiðarar taka út 2,2 milliardir krónur afturat úr vinnuni.
Hetta eru sera høg tøl – serliga um hetta verður roknað upp á eigararnar. Eru teir 10 í tali, so er talan um einar 275 milliónir krónur í part, vísir greiningin hjá Kára Petersen.
So er tað, at vit kunnu spyrja, hví okkara politiska skipan virkar á hendan hátt?
Er tað rætt, at ein tilvildarligur landsstýrismaður skal hava rættin til at býta út so stór milliarda virði til privatpersónar – eitt virði, sum almenna Føroyar eigur, eitt virði, sum sambært løgtingslóg er fólksins ogn?
Nei, sjálvandi er tað ikki rætt.
Kári Petersen heldur, at tað hevði verið best fyri búskapin, um eitt tilfeingisgjald varð tikið, sum svaraði til virðið á veiðirættindunum. Á tann hátt kundu vanligi løntakarin fingið ein skattalætta upp á 2.500 – og harvið kundi ein barnafamilja fingið 5.000 fleiri tøkar krónur um mánaðin.
Hetta ber til, tí at vit hava ein flokk, Fólkaflokkin, sum ikki vil broyta hetta. Hinir gera, sum Fólkaflokkurin sigur. Beint nú er tað Sambandsflokkurin, sum ger sum Fólakflokkurin sigur, og tí verða ongar broytingar.
Fyri hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin soleiðis aktað Fólkaflokkin, sum heldur, at vit sum samfelag fáa meira burturúr, at nakrir fáir reiðarar fáa nakrar milliardir frá Føroya fólki – heldur enn at øll fáa ein skattalætta, til dømis 5.000 krónur um mánaðin fyri familjuna.
Tað halda skiftandi samstarvsflokkar hjá Fólkaflokkinum eisini.
Lítil ivi er um, at pengarnir høvdu ligið betur í lummanum hjá til dømis barnafamiljunum.
Men tað vilja føroyskir politikarar ikki!