ODDAGREIN: Nógv stuttligari at geva...

Tað vóru áhugaverd sjónarmið, sum Sjúrð­ur Skaale, ting­mað­ur, bar fram í Sos­i­al­inum fríggj­a­dagin í kjalar­vørr­i­num av málinum um broyt­ing­ar í MVG lógini, sum eitt nú frítekur í­trótt­ar­feløg og samkomur fyri at rinda MVG, tá tey byggja sær hús.

At tað er stuttligt at geva, tað hava vit so mong dømi um. Pol­it­ik­ar­um dámar væl at geva, og tá alt fer úr stór­a­potti, so gongur tað nokk kort­ini. Mál­ið um MVG frí­tøk­una er eitt gott dømi um hetta. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu ein stórur part­ur av løg­ting­i­num vil tekkjast á­vís­um á­hug­a­bólk­um, utt­an at gera sær greitt, hvussu hendan gávan skal fíggj­ast. Ting­fólk hava ikki án­ilsi fyri, hvussu pengarnir, sum nú skulu úr aftur lands­kas­s­a­num, aft­ur skulu fáast í kassan.

Men løg­tingið hev­ur sam­tykt, at tey rokna við, at lands­stýr­is­mað­ur­in veit, hvat enda­liga út­reiðsl­an verð­ur fyri 2010, og so fer hann at leggja fyri ting­ið upp­skot, sum fer at siga, hvussu hend­an út­reiðsl­an skal ger­ast »út­reiðsluneu­tral«. Tað merk­ir, at tað sum tað kost­ar hes­um fel­ags­skap­um í spard­um meir­virð­is­gjaldi, tað skal burt­ur­av frá onkr­um øðr­um. Tá er so lætt at vera gávu­mildur.

Og hyggja vit í álitið frá fíggj­ar­nevnd­ini, so síggja vit, at ting­fólk hava yms­ar mein­ing­ar um, hvussu langt aft­ur lóg­in við aft­ur­virk­andi kraft skal virka. Onk­ur sig­ur 1. jan­u­­ar 2010, meðan onkur annar sigur 1. jan­uar 2009. Vit kunnu spyrja, hví ting­fólk eru ósamd um tað? Kann tað vera tí, at ym­iskt er, hvønn á­hug­a­bólk ting­fólk­ini um­boða? Og hví skal ein slík lóg verða sam­tykt við aft­ur­virk­andi kraft?

Uttan at taka støðu til tað, at løgt­ing­ið vel­ur at taka ein bólk burtur úr mvg-skyldu á henda hátt, tí talan er um »al­man­n­a­gagn­ligt virk­semi«, so mugu vit geva tei­m­um fimm tjóð­veld­is­fólk­u­num, sum at­kvøddu ímóti upp­skot­i­num, rætt í, at hetta er eitt dømi um, at løg­ting­­ið ger MVG-lóg­ina meira fløkta, enn neyð­ugt er, og at ting­fólk leggja seg undir eitt »al­mann­a­gagn­ligt« trýst, sum kám­ar fyri eini skil­a­góð­ari við­gerð og ein­um skil­a­góð­um úr­­sl­iti, sum var í tráð við tað, sum upp­skot­ið snúði seg um av fyrst­an tí, at flyta peng­ar av eini játt­an­ar­konto til at slíkt virk­semi verður frí­tikið fyri MVG.

Vit fara at loyva okkum at ivast í, um øll hesi 25 tingfólkini fara at taka undir við uppskotinum hjá Aks­el Jo­hann­e­sen, sum fer at siga, hvørj­um peng­ar­nir skulu tak­ast frá, sum tey hend­an dag­in sam­tyktu at geva. Kenna vit ting­fólk rætt, so fara fleiri av teim­um 25 at a­t­kvøða ­í­móti, og so er alt, sum tað eigur at vera í Løg­ting­i­num: Tað er nógv stutt­ligari at geva – enn at hækka skat­t­in!