Oddagrein· Norðurlendskt samstarv

Ì hesum døgum er ársfundur hjá Norðurlandaráðnum, og umboð fyri løgting og landsstýri eru sum vanligt við á fundinum. Norðurlendska samstarvið hevur nú gott og væl halvthundrað ár á baki, og ymiskt er, sum mett verður um týdningin av samstarvinum. Samstarvið er eitt politiskt samstarv sum gongur fyri seg millum tingmenn og millum ráðharrar. Norðurlond eru í serstøðu, av tí at tey flestu teirra eru so lík í mentan, søgu og demokratiskum hugburði. Samstarvið er vanliga sera gott og uttan teir stóru trupulleikarnar og mangan fyrimyndarligt fyri altjóðasamfelagið.

Sum er, eru tríggir av suverenu norðurlendsku statunum limir í ES og fýra lond eru limir í NATO. Hetta tykist tó ikki nerva samstarvið. Heldur er tað tvørturímóti soleiðis, at hetta beinleiðis fremur samstarvið á tann hátt, at londini, sum eru limir í ES ella NATO kunnu tala søkina hjá teimum, sum ikki eru limir. Føroyar, Grønland og Áland hava ikki sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tá vit taka lut í norðurlendskum samstarvi, er tað óbeinleiðis umvegis danska limaskapin. Tó eru sendinevndirnar úr hesum sjálvstýrandi tjóðunum ikki partar av ávikavist donsku og finsku sendinevndunum, og er hetta ein viðurkenning av, at sendinevndirnar umboða serstakar tjóðir. Føroyar hava eisini umboð í nevndum og ráðum hjá ráði og ráðharrastovni. Vit eru við í Norðurlendska Mentanargrunninum, í nevndum viðvíkjandi bókmentum, tónlist, leiklist, børnum og ungum, umhvørvi og mongum øðrum. Tveir norðurlendskir stovnar eru í Føroyum nevniliga NORA og Norðurlanda húsið og virka báðir sera væl.

Spurningurin um fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum er sum nevnt reistur, og taka allir flokkar undir við hugskotinum. Hetta er sera áhugavert, og einki er at ivast í, at Føroyar høvdu fingið nógv burtur úr fullum limaskapi. Hetta mál eigur tí ikki at verða slept, men eiga landsstýri og løgting at fylgja væl við viðgerðini av hesum máli. Roknast má við, at hetta mál fer at taka drúgva tíð, og fer politiska gongdin í Føroyum ivaleyst at hava sína ávirkan á hetta mál. Tað er umráðandi, at Føroyar eru við í slíkum altjóða samstarvi sum tað norðurlendska. Her fáa vit royndir og kontaktir, og okkara umboð kunnu verða við til at breiða út kunnleika um Føroyar og um føroysk viðurskifti. Tað er umráðandi, at okkara umboð taka uppgávuna í størsta álvara, soleiðis, at tey fáa nakað burtturúr og soleiðis at arbeiði teirra í Norðurlandaráðnum er teimum og okkum øllum til gangs og til sóma. At Danmark nú hevur tikið fyrivarni fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi er nakað, sum vit mugu taka upp í størsta álvara í tí heimliga orðaskiftinum eisini. Nú føroyingar standa saman um henda limaskap eiga vit so eisini at gera alt vit eru ment fyri at sannføra hini Norðurlondini og eisini Danmark um, at alt tað føroyska fólkið stendur aftanfyri samtyktina um at fáa limaskap. Fullur limaskapur í Norðurlandaráðnum er ikki nakað nýtt. Umbøn varð eisini send um hetta í sjeytiárunum og tá tók Danmark einki fyrivarni. Áhugavert kundi verið at vitað, hvat er broytt síðani tá, tí grundlógin er tann sama.
Sosialurin