ODDAGREIN: Polarisering kann fána

Í morgin síggja vit, hvussu leik­ur fer á fólk­a­tings­val­i­num. Vit fara at síggja, um før­oy­ing­ar fram­veg­is ynskja at senda eitt um­boð, sum vil halda fast um rík­is­fel­ags­skap­in og fáa so nógv­ar peng­ar sum gjør­ligt úr Dan­mark, og eitt ann­að um­boð, sum vil loysa Før­oy­ar úr rík­is­fel­ags­skap­i­num.

Alt­erna­tiv­ið til sam­bands- og loys­ing­ar­um­boð­ini eru Javn­að­ar­flokk­ur­in og Fólka­flokk­ur­in. Hes­ir flokk­ar hava ikki ver­ið nóg eyð­sýnd­ir sein­astu ár­­ini, og hava tí ikki megn­að at á­virk­að pol­ar­i­ser­ing­ina, sum hev­ur ver­ið mill­um Tjóð­veldi og Sam­bands­flokk­in. Men tað kann broyt­ast so skjótt, og sein­astu velj­ar­a­kann­ing­ar­nar hava víst, at Fólk­a­flokk­ur­in og Javn­að­ar­flokk­ur­in hava hál­að seg inn á hin­ar báð­ar flokk­ar­nar.

Eitt annað, sum hevur verið eyð­kent í hes­um val­stríð­num er, at Tjóð­veldi stend­ur púra eins­a­malt um full­vel­d­is­pol­i­tikk­in. Tað bend­ir á, at pol­ar­i­ser­ing­in mill­um Sam­bands­flokk­in og Tjóð­veld­is­flokk­in vikn­ar. Með­an Fólk­a­flokk­ur­in, Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in og Mið­flokk­ur­in eltu full­veld­is­linj­una hjá Tjóð­veld­i­num frá 1998 til 2004, so eru orð­ið »full­veldi« púra strik­að burt­ur úr teirra val­skrá­um nú.

Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið upp­aft­ur »stig fyri stig-politikkin«, sum hann so ofta hevur verið speir­ik­in við. Triks­ið hjá teim­u­m er at venda hes­um speii til sjálvs­spei. Mið­flokk­ur­in hev­ur eis­ini slept full­veld­i­num full­kom­i­liga. Jen­is av Rana tos­aði í And­glett­i­num hetta kvøld­­ið um, at Mið­flokk­ur­in er ein »sjálv­bjargn­is­flok­k­ur«. Hetta er ein bleyt mill­­um­form­u­ler­ing – fyri so vítt utt­a­n týdn­ing, tó at hon hev­ur tann týdn­ing, at hann vil leggja sjógv mill­um Mið­flokk­in og full­veldi. Tí so fær hann ikki has­ar 54 mill­i­ard­ir­nar, sum hann ætl­ar sær frá døn­um.

Fólkaflokkurin hevur eisini slept full­veld­i­num – so nógv, at hann er far­in at tosa um eitt ill­u­sor­iskt hug­tak sum »ríkja­fel­ags­skap«, har Før­oy­ar, Dan­mark og Grøn­land kunnu sam­starva á jøvnum føti.

Alt hetta bendir á, at tað verða onn­­ur mál, sum verða havd á lofti til kom­­andi løg­tings­val. Tað merk­ir eis­­ini, at pol­­a­r­­­is­er­ing­in mill­um Tjóð­­veldi og Sam­­bands­­flokk­­in vikn­­ar – og tað kann merkja eina broyt­­ing á fólk­­­a­­tings­­val­­­i­num í morg­­in.
Tann broyt­ing kann vera, at Fólk­­a­flokk­ur­in ella Javn­að­ar­flokk­ur­in taka annan sessin. Skulu vit gita, so dreg­ur Sam­bands­flokk­ur­in longra stráið. So er spurngurin, hvør av fólk­a­tings-and­støð­u­flokk­u­num megn­ar at standa Tjóð­veld­i­num kurl. Javn­að­ar­flokk­ur­in tyk­i­st bet­ur fyri í so máta.