Oddagrein· Ráðstevna og framtíðar útlit

Hetta er tíðin, tá ymsar ráðstevnur verða hildnar heima sum burturi. Ein afturvendandi ráðstevna av hesum slag er "Offshore Faroes", ið Oljuvinnufelagið skipar fyri. Nú oljutilgongdin líkasum er í einum aldudali verður henda afturvendandi ráðstevna bert at vara í ein dag, tann 2. desember í Norðurlandahúsinum.

Hóast eitt slag av naggatódn er í tilgongdini, nú eingin brunnur verður boraður komandi tvey árini, so er tó ikki orsøk at geva skarvin yvir. Vit mugu venja okkum til og læra av øðrum, at oljuleiting er nakað, sum tekur tíð, nakað, sum krevur tol og treiskni.

Tað er tó við hetta vegamótið, har helvtin av brunnunum í 1. útbjóðing er borað, at Oljumálaráðið ynskir at taka pulsin á oljufeløgunum og vita, um tey eru hugað fyri enn eini útbjóðing, sum gevur teimum møguleika at peika út onnur øki á landgrunninum, ið kunnu vera áhugaverd. Uttan iva er tað rætt av myndugleikunum at "sondera terrengið". Men tað kann eisini vera ein boomerangur ella nakað, sum líkist gambling. Tí skuldi tað hent, at oljufeløg, sum heild lítlan og ongan áhuga hava fyri eini nýggjari útbjóðing beint nú, so kann tað verða tikið sum eitt minus ella bakkast fyri okkara øki. Tað er eisini ein vandi í tí, at tað júst um hetta mundið eisini verða tilrættalagdar útbjóðingar bæði í norskum og bretskum øki. Spurt kundi tí verið, um oljufeløgini tá hava so nógv um at vera, at tey heldur velja føroysku útbjóðingina frá?

Nettupp umrødda útbjóðing verður eitt av evnunum á oljuráðstevnudegnum í desember og verður tað áhugavert at hoyra okkara egnu myndugleikar bæði grundgeva fyri hesi útbjóðing og meta um hana, umframt at tað sjálvandi verður áhugavert at frætta, hvat oljufeløgini sjálvi hava at siga.

Sum skilst vil OMR við sínum útspæli fyrst og fremst lodda dýpið, og tað er helst skilagott. Tí vísir tað seg, at áhugin er ikki tann stóri beint nú, so ber sjálvandi til at steðga á og útseta útbjóðingina til seinni. Tað er greitt, at tað er ikki lætt at marknaðarføra okkara landgrunn við avmarkaðu úrslitunum higartil og nú tá basaltgátan framvegis ikki er loyst. Kanska hava oljufeløgini nettupp fyri neyðini meiri tíð til at arbeiða við at loysa basaltknútin tvs. bæði at kunna síggja betri gjøgnum basalt og at kunna bora skjótari eisini.

Við ringu royndunum aðrastaðni, eitt nú í Írlandi, Grønlandi og Falklandsoyggjunum at skapa áhuga fyri nýggjum leitiøkjum eftir turrar brunnar, so er tað skilligt, at OMR hevur onga lætta uppgávu. Men helst er rætt nú at vita, hvar oljufeløgini standa í løtuni og út frá tí leggja eina framtíðar strategi fyri leiting á øllum landgrunninum. Tað kann eisini vísa seg at vera skilabetri at bora teir írestandi fýra brunnarnar fyrst og tá raka rætt, heldur enn nú at fara undir at bjóða út undir kanska heilt øðrvísi treytum, sum í framtíðini kunnu vísa seg skeivar. Men er tað so, at feløgini, sum hava loyvi, hava ilt við at finna prospekt tvs. nóg góð mál at fara eftir í verandi loyvum, er eyðsæð, at okkurt má gerast. Miðjan desember skulu oljufeløgini hava latið inn síni boð til eina nýggja útbjóðing. Spennandi verður at frætta.

Sosialurin