Hetta eru tíðir við gitingum og illgitingum. Tíanverri. Nógv, sum verður skrivað og sagt, eru viðurskifti, sum standa í hálvum gekki. Hetta er ein ótolandi støða fyri fólk og kemur hon so eisini til sjóndar í tí veljarakanning, ið verður kunngjørd í Fregnum í gjár, har Sambandsflokkurin heldur fram at vaksa. Hetta er eisini eitt sjáldsamt fyribrigdi í føroyskum politikki: at ein flokkur við einumformanni, ið lítið og einki hevur gjørt um seg í fleiri ár, vinnur tokka veljarans. Tað kann so bert skyldast, at óttin og ivin, sum undanfarna samgonga, og her serstakliga Tjóðveldisflokkurin hevur sátt, og nú tann hatursfulli stemningur, ið er millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, gagnar polariseringini te. í hesum førinum Sambandsflokkinum. Javnaðarflokkurin, sum hevur valt ta torføru uppgávu at reka konsensuspolitikk og byggja brýr tvørtur um miðjuna, tykist framhaldandi at hava ringt við at fáa betri fótafesti. Tað løgna er eisini nú, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sýnist royna at finna gomlu hugsjónirnar framaftur og ikki bara gera føroyskan politikk til eina tí einastu hugsjón, nevniliga fullveldi. Tað átti at verið eitt áhugavert signal til Javnaðarflokkin.
Komandi dagar fara at avdúka, hvør fer at stýra eftir ólavsøku. Tað er útilokað, at henda samgongan kann halda fram óbroytt. Tað er tað einasta, ið løgmaður í skrivandi løtu má og eigur at vera 100% greiður yvir. Og út frá hesi sannroynd má hann handla. Hvørki við ella uttan einum sakarmáli kann ADEH samgongan halda fram. Valmøguleikarnir hjá løgmanni minka, nú Tórbjørn Jacobsen velur at koyra meira lóður í kanónina. Í Fregnum verður málið gjørt til eina uppgerð við ætlaninar hjá Fólkaflokkinum at leggja inn undir seg almennu vinnulívsognirnar. Er hetta beint má øll tann politiska skipanin vera á varðhaldi. Almennar ognir skulu ikki gjarast út bíliga og lætt til ávísar útpeikaðar persónar við tí rætta politiska tilknýtinum. Men tað er uppgávan at vera á varðhaldi alla staðni. Maðurin, sum setur skuldsetingar og gitingar fram, er ikki júst kendur fyri at vera Guds besta barn, hyggja vit eftir hansara ?fortíð?. Vit minnast, hvussu hann fyrst hongdi løgmann út at vera danskan leigusvein, fyri síðani av avnokta tað og fyri síðani aftur at verða avdúkaður sum lygnari, tá bandað samrøða varð almannakunngjørd.
Er hald í skuldsetingunum móti løgmanni, so skulu tær fram og kannast. Ætla útvaldir fólkafloksmenn at leggja seg á almennar ognir, má tað steðgast. Ætla Tórbjørn Jacobsen og hansara vinnulívsmenn at gera tað, má tað eisini steðgast. Hvørja trygd hava vit fyri, at kampurin í Tinganesi ikki er eitt stríð millum fólkafloksmenn og tjóðveldismenn at leggja til hjá sær og sínum!
Sosialurin