Altso hevur aðalfundurin valt at varðveita eina sera ivasama og óliðiliga skipan, har demokratiska tilgongdin verður darvað, soleiðis at gjøgnumskygni og opinleiki verða minni.
Hetta líkist ikki sørt skipanum, vit kendu úr gomlu kommunistalondunum og framvegis kenna í teimum londum, sum krampaktiga halda falst við foroldaðar skipanir frá farnum tíðum.
Neyvan tora tey, ið ráða fyri borgum í tryggingini at halda fast um hesa skipan serliga leingi afturat. Hesa somu skipan, sum førdi Eik Banka á húsagang, har somu fólk spøkja aftur allastaðni. Eina skipan, har tað er nevndin, sum hevur valdið yvir aðalfundinum. Eina skipan, har nevndin í veruleikanum kann planleggja, hvør kemur á aðalfund og hvør kemur í umboðsráðið og harvið aftur, hvør kemur í nevndina.
At so júst fráfarni stjórin er valdur í nevndina hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna kann tykjast bakvent. Sjálvandi kann hann sum meinigur borgari veljast har, nú hann ikki longur er á lønarlistanum hjá Tryggingarfelagnum. Men tað tykist á onkran hátt bekvemt. Tað merkir jú eisini, at hann verður formaður í TF Holding, TF Ognir og TF-Íløgur, tí tað er vanligt, at somu nevndarlimir ganga aftur í øllum feløgum. Gunnar í Liða er somuleiðis nevndarlimur í Eik Banka.
Nú var tað ein outsidari í umboðsráðnum, sum legði fram uppskotið um viðtøkubroytingarnar. Andrass Skaalum var tann einasti, sum førdi valstríð í bløðunum upp undir valið seinast, og hann er eisini tann einasti, sum alment í bløðunum hevur boðað frá, hvussu hann ætlar at varða áhugamál tryggingartakaranna – júst við at demokratisera hetta felagið, sum fleiri túsund føroyingar eiga, og sum harvið eisini eiga Eik Banka. Kortini síggja vit, at somu Tordensskjoldsoldátar ganga aftur – og at vilji ikki er at geva eigarunum ta ávirkan, sum tryggingartakararnir sjálvandi eiga.
Tað er óhugnaligt at hugsa sær tankan, at gamla høpisleysa skipanin hjá Eik spøkir aftur í TF Holding, sum nú er størsti aktørur á føroyska fíggjarmarknaðinum – men har eigararnir ikki fáa ta ávirkan, teir áttu at havt.